Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmar og lesiringar eydnaðist væl

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.06.2014 - 22:11 Eldri tíðindi

Filmvísingar og lesiringar hava verið tvey afturvendandi tiltøk á Bókasavninum við Løkin henda veturin. Undirtøkan hevur verið góð og ætlanin er at halda áfram eftir summarfrítíðina.

Filmvísingar og lesiringar hava verið tvey afturvendandi tiltøk á Bókasavninum við Løkin henda veturin. Undirtøkan hevur verið góð og ætlanin er at halda áfram eftir summarfrítíðina.

Lesiringar á Skálafjørðinum

Tann 14. november í fjør vóru tríggir lesiringar settir á stovn í samstarvi millum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin. Undirtøkan hevur verið sera góð, og hava millum 20 og 30 luttakarar hittst uml. sættu hvørja viku. Luttakarar eru frá flestu bygdum kring Skálafjørðin, og eru til aldurs frá uml 20 til 80 ár. Lesiringarnir hava møtt aðruhvørja ferð á Toftum og í Runavík. Vanliga hava tríggjar ymiskar bøkur verið á skránni til hvørja ferðina, og tí hava luttakarar sitið í trimum bólkum og tosa um lisnar bøkur. Seinnu helvtina at kvøldinum sita øll saman og hoyra frá hinum luttakarunum.

Lesararnir eru sera trúfastir, og hava saman við bókasøvnunum avgjørt at halda áfram eftir summarfrítiðina. Væntandi byrja lesiringarnir aftur um miðjan september. Nýggir luttakarar eru hjartaliga vælkomnir, og kunnu tekna seg við at senda teldupost tilbokasavn@runavik.foella ringja til Bókasavnið við Løkin, og upplýsa navn og teldupostadressu. Luttøkan er ókeypis.

Hesar bøkur eru lisnar í vetur:

9. januar 2014:

Kim Leine: Profeterne i Evighedsfjorden.
Graeme Simsion: Projekt Rosie.
Malala Yousafzai: Jeg er Malala.

20. februar 2014:

Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir.
Páll Nolsøe: Brot.
S. J. Watson: Før jeg lukker øjnene.

3. apríl 2014:

Jonas Jonasson: Analfabeten der kunne regne.
Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars.
Tatiana de Rosnay: Sarahs nøgle (De kaldte hende Sarah)

20. mai 2014:

Heðin Brú: Feðgar á ferð.
Anne-Cathrine Riebnitzsky: Forbandede yngel.
Kristin Marja Baldursdóttir: Karitas uden titel.
Gillian Flynn: Kvinden der forsvandt.

Týdningarmiklir filmar

Filmsýningar hava eisini verið á skránni hjá bókasavninum í vetur. Hetta er eitt samstarv millum Filmsfelagið KLIPP, Norðurlandahúsið, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin. Síðani 20. november í fjør eru 7 útvaldir norðurlendskir filmar vístir. Vanliga fáa norðurlendskir filmar ikki somu fjølmiðlaumtalu, sum td. amerikanskir filmar. M.a. av hesi orsøk verða norðurlendskir filmar ikki raðfestir høgt í kykmyndahallum, sum noyðast at hugsað um at skapa inntøkur og yvirskot. Bókasavnið hevur ein annan hugsunnarhátt. Vit skulu skapa eina ørvísi inntøku og eitt ørvísi yvirskot. Vit skulu bjóða okkara vitjandi eina mentanarliga- ella vitanarliga inntøku. Norðurlendskir filmar eru ofta sera viðkomandi fyri okkum føroyingar, har vit kenna okkum aftur í evnum, trupulleikum og umstøðum í filminum. So hóast bókasavnið samanlagt hevur eina útreiðslu av filmvísingunum, so halda vit, at tað hevur stóran týdning at slíkir filmar vera vístir.

Undirtøkan fyri hesum filmum hevur verið misjøvn. Til onkran film hava eini 30 verið og hugt, og aðrar ferðir niður til eini 5 fólk. Fleiri gestir hava tó vitja aftur og aftur. Bókasavnið takkar Norðurlandahúsinum, Filmsfelagnum KLIPP og Løkshøll fyri gott samstarv, og vit vóna at kunna halda fram við slíkum filmsvísingum komandi vetur.

Hesir filmar eru vístir í vetur:

Reinsan (FI)
Dýpið (IS)
Málmhøvd (IS)
Julia (SV)
Vit eru best (SV)
Eg eri tín (NO)
Pionerur (NO)

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Bókasavninum við Løkin:www.lokin.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
Lýsing