Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri skúlabørn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2026 - 12:05 Mentan Tíðindi

Hermótið bjóðar øllum skúlabørnum til eitt hugnaligt kvøld, har gestir og limir kunnu hittast at mála figurar, at spæla og annars njóta gott samanhald.

 


Vit hava alt, sum krevst fyri at royna hetta ítrivið til fulnar. Vit hava eitt stórt málaraborð við góðum ljósi og eitt fjølbroytt úrval av máling og amboð, sum tú kanst brúka til at vekja tínar figurar til lívs. 
Eigur tú ikki egnar figurar? Tað ger einki, tí vit hava figurar, sum tú kanst royna teg við púra ókeypis. 

Hevur tú heldur hug at royna teg í einum strategiskum figurborðspæli, so standa fleiri borð klár við stórslignum landskapum, har herdeildir av figurum kunnu bresta saman í einum spennandi dysti. 

Endamálið við tiltakinum er at vekja áhugan fyri figurborðspølum og at bjóða bæði ungum og vaksnum ein felags pall, har kreativitetur, strategisk hugsan og sosial samvera ganga hond í hond. 

Vit gleðast um øll, ið koma á gott og taka altíð væl ímóti nýggjum gestum. 

Vit síggjast á Hermótinum. 


Hvar: Hermótið á Heygavegi 42
Nær: Mikukvøldið 29. Apríl
Klokkan: 18-20

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Lýsing