Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flutningur er meira enn bilar: Avtakið eisini mvg fyri elsúkklur

SKRIVAÐ: Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu  |  29.04.2026 - 09:45 Politikkur Tíðindaskriv

Heimurin stendur í einari oljukreppu sum eisini rakar føroyingar meint. Neyðugt er at hugsa, hvussu vit koma ígjøgnum slíkar tíðir uttan at tað hevur ov álvarsligar fíggjarligar avleiðingar.

 

Men noyðist hetta bert at merkja at vit skulu halda fram at koyra við sama lag? Ber til at nýta hesa støðuna til at endurhugsa hvussu vit flyta okkum sum heild?

 

Tað góða:

Lógaruppskotið at taka mvg’ið av ávísum brennievni er ein lætti hjá teimum, ið koyra bensin- og diesel bil - og gott hjá teimum. Tað fer ikki at bera til at steðga við at koyra bil burturav.

 

Tað minni góða:

Men sum bileigarir vita, so eru tað nógvar aðrar útreiðslur í samband við at eiga og reka bilar:

  • Keypsprísurin, har virði minkar fyri hvønn dag.
  • Lán og aðrir rentukostnaðir til keypið av bilunum.
  • Viðlíkahald, so sum brostnar perir, tómir akkumulatorar og slitnar bremsuskivur.
  • Umvælingar, serliga av eldri bilum, so sum rustaði útstoyt, motorskaðar o.a.
  • Tryggingar, so sum ábyrgdartryggingar og kaskotryggingar.
  • Veggjald

 

Ískoytisloysnin:

Tað hevði verið ein veruligur lætti fyri fleiri fólk at kunna frávalt bilin og tess útreiðslur. Ein supplerandi loysn er tí at skoyta uppí lógaruppskotið, at taka mvg’ið av elsúkklum. Tað eigur ikki at vera ein “antin-ella” spurningur, men heldur ein spurningur um “bæði og”. Fleiri og fleiri hava sæð fyrimunirnar við at brúka elsúkklur og fyri nógv fólk kann ein elsúkkla brúkast ístaðin fyri bil nummar eitt ella tvey - og tað hevði veruliga munað fíggjarliga, heilsuliga og fyri umhvørvið og samfelagið.

Oljukreppan heimurin stendur í nú er álvarslig. Hetta hevur sjálvandi fíggjarligar avleiðingar, sum tað hevur týdning at hugsa um. Men kreppur eru eisini høvi til at steðga á og hugsa nýtt.

Vit kunnu flyta okkum øðrvísi enn bara við bili í Føroyum. Elsúkklur eru eitt upplagt íkast og hendan tíðin er uppløgd at raðfesta aðrar flytførismøguleikar.

Vónandi fer Løgtingið at síggja tað stóra sjónarmiðið í hesum máli og nýta høvið at endurhugsa flytføri í Føroyum sum heild. Eitt stig á leiðini er at eisini taka mvg av elsúkklum.

 

 

Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu:

Rói Skarðenni - Guðrun í Jákupsstovu - Gunvør Balle - Sjúrður Horsdal

sukkla.fo - sukkla@sukkla.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Lýsing