Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsins venjing

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.04.2026 - 18:52 Ítrottur Tíðindi

Hann hevur spælt allar minuttirnar í landskappingini í ár.

30 ára gamli málverjin Sebastian John er ein av fýra KÍ-leikarum, sum hevur spælt allar minuttirnar í landskappingini í ár. Men tað kemur eingin minuttur afturat hjá honum, tí undir kvøldsins venjing sleyt hann hælsinuna undir venjing. Hetta hendi uttan nakað kropsligt samband við annan leikara. Ein slíkur skaði ger, at ein kann ikki spæla í minsta lagi níggju mánaðar fram, og tí er hansara kappingarár liðugt.

Fyri nøkrum vikum síðani sleyt Patrik Johannesen eisini hælsinuna. Hann hevði trupulleikar í 2025 av somu hælsinu og spældi ikki frá byrjan nakrar av dystunum móti endanum av kappingini av somu orsøk.

Fyrr í ár var Mark F. Jensen, sum í fjør var valdur til ársins málverja, skaddur og hann hevur ikki fingið plássið aftur síðani. Nú hann er frískur, og tí verður hann málverji hjá KÍ komandi tíðina. Skaðin hjá Sebastian ger tó, at KÍ helst má út eftir einum nýggjum málverja áðrenn altjóða dystirnar í summar. Flytingarvindeygað letur upp 15. juni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?