Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir krónur í avlopi í 2025

SKRIVAÐ: Føroya Tele  |  28.04.2026 - 14:48 Tíðindaskriv

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var góðar 38 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Samtakið økti sostatt avlopið við fimm milliónum krónum sammett við 2024. Føroya Tele stendur á tryggum fíggjarligum undirstøði, og grundarlag er fyri 50 milliónum krónum í vinningsbýti til eigaran, Føroya Landsstýri.

 

Gongdin er góð hjá Føroya Tele, bæði tá talan er um gjaldføri og rakstur, og samanumtikið stendur samtakið trygt á sterkum fíggjarligum undirstøði. Tað er niðurstøðan hjá samtaksnevndini í Føroya Tele, sum góðkendi roknskapin fyri 2025 á nevndarfundi fríggjadagin. Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum 13. mai 2026. 

Ársúrslitið eftir skatt var 38,4 milliónir krónur, og tað er góðar fimm milliónir krónur meira enn í 2024, tá ið Føroya Tele hevði 33,1 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Sterka fíggjarstøðan og góða gongdin í gjaldføri og rakstri hava við sær, at nevndin mælir til at útluta eigaranum, Føroya Landsstýri, 50 milliónir krónur í vinningsbýti á aðalfundinum. Føroya Tele hevði 519,1 milliónir krónur í eginpeningi við árslok 2025. 

Nevndin fegnast um sera góðu gongdina hjá Føroya Tele, sum hevur ein týðandi leiklut í føroyskum fjarskifti. Samtakið skal bæði veita munagóðar tænastur og tryggja eitt haldgott undirstøðukervi, sum er grundarlagið undir talgildu menningini í Føroyum, Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini

 

Trygd og mótstøðuføri 
Føroya Tele arbeiðir áhaldandi fyri, at føroyska fjarskiftiskervið er trygt og mótstøðuført, bæði tá talan er um innlendis kervið og sambandið við umheimin. 

– Tað er okkara skylda at veita trygt fjarskifti við bestu loysnunum, sum finnast, so øll kunnu kenna seg trygg í talgilda samskiftinum á netinum. Samstundis skulu vit syrgja fyri, at Føroyar hava eitt nøktandi og trygt fjarskiftissamband við útheimin, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele. 

Hann vísir á, at hetta er ein týðandi uppgáva, sum starvsfólkini á Føroya Tele umsita vegna alt samfelagið.  

Dugnaligu og fakliga sterku starvsfólkini hjá Føroya Tele fylgja væl við tøknifrøðiligu menningini. Tey miðja áhaldandi eftir at veita kundunum bestu tænasturnar, og vit hava skipanir og starvsfólk, sum eru á varðhaldi, so føroyska samfelagið kann hava eitt so trygt fjarskiftiskervi, sum gjørligt, Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri

 

Føroya Tele heldur fram at arbeiða saman við myndugleikunum í royndunum at fáa eitt triðja kaðalsamband til útheimin. Alt farnetið hjá Føroya Tele er bygt á Ericsson-tøkni, og útbyggingin av fipurnetinum heldur fram. Við árslok 2025 var talið á fipurkaðlum tilsamans, sum eru lagdir út til kundar, komið upp á umleið 10.500.  

– Føroya Tele heldur eina trygga kós, og tað eru góð útlit fyri, at samtakið fær eitt enn betri ársúrslit í 2026. Nevndin takkar stjórn og starvsfólkum fyri sera gott avrik, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Lýsing