KÍ kvinnur live kl. 13.30
Tvær ferðir hesa vikuna skulu KÍ kvinnur leika toppdyst. Fyrri dysturin er hósdagin kl. 19.00 í Klaksvík móti Víkingi. Vóna verður, at nógv fólk nýta høvi at stuðla kvinnunum á heimavølli.
Sunnudagin skal KÍ í Gundadal at møta HB, sum eisini hevur fult stigatal.
KÍ kvinnurnar hava fingið stórt rós fyri óvanliga vakurt spæl í ár, og í summar skulu tær eisini royna seg í Evropa.
Kristian Joensen situr klárur við mikrofonina, og hann kemur at gera samrøður við Kaveh Magnusson, høvuðsvenjara, Sannu Svarvadal og Eyðvør Klakstein, leikarar, og Jógvan Skorheim, ið hevur ábyrgd av KÍ kvinnunum.
Send inn ein sms á 756565 við viðmerking ella spurningi og ver við kapping um ein kassa frá Føroya Bjór og eisini eitt atgongumerki til Norðfestivalin.
Sendingin er frá kl. 13 til kl. 15 og kann hoyrast við at trýsta á Radio knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7.
Kristian Joensen er vertur.