Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnaløta í gomlu smiðjuni Ídni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.08.2014 - 19:30 Eldri tíðindi

Nú sjómannadagin, leygardagin 23. august, bóðu vit Óla Olsen rithøvund hugleiða eitt sindur úti í gomlu smiðjuni Ídni. Serliga varð hugsað um at savna fólk, ið onkursvegna hevði tilknýti til smiðjuna, tó at øll sjálvsagt vóru vælkomin at vera við. Eftir ætlan skuldi eldur vera í essuni henda dagin. Tað gleddu nógv seg til, men so varð tíverri ikki, tá ið av tornaði.

Nú sjómannadagin, leygardagin 23. august, bóðu vit Óla Olsen rithøvund hugleiða eitt sindur úti í gomlu smiðjuni Ídni. Serliga varð hugsað um at savna fólk, ið onkursvegna hevði tilknýti til smiðjuna, tó at øll sjálvsagt vóru vælkomin at vera við. Eftir ætlan skuldi eldur vera í essuni henda dagin. Tað gleddu nógv seg til, men so varð tíverri ikki, tá ið av tornaði.

Óli Olsen segði millum annað:

- Góða samkoma, hjartaliga væl komin til hugnaløtu í Ídni. Umframt at siga eitt sindur um gomlu smiðjuna fari eg at nema við søguligu tíðina her í Klaksvíksgarðinum, her ið vøgga klaksvíkinga stóð. Stuttligt hevði verið, um onkur aftaná visti okkurt forkunnugt frá smiðjuni at siga.

Mær vitandi hevur Ídni altíð borið gott orð á sær sum arbeiðspláss, og her hava nógvir dugnaligir smiðir og lærlingar virkað. Men nær farið var til verka upprunaliga, havi eg ikki fingið uppspurt. Heimildarmaður sigur, at húsið varð takt í 1946, so helst eru teir byrjaðir sama árið ella kanska árið eftir.

Teir fimm, ið stovnaðu virkið, vóru brøðurnir Torvald, Jógvan og Gulak Hansen, Hans Jakku Justesen, ið arbeiddi á el-verkinum á Strond, og Jóan Petur Jacobsen ættaður úr Vestmanna.

Eigaraviðurskiftini broyttust tíðliga, skilst. Hans Jakku Justesen og Gulak Hansen tóku seg burturúr, og Jógvan Joensen lærari, Jógvan hjá Dala, keypti seg inn í fyritøkuna. Jóan Petur Jacobsen doyði í 1952, og einkjan Emma Fuglø sat síðani sum partaeigari. Tá ið so Jógvan Hansen tók seg burturúr, áttu Jógvan Joensen, Torvald Hansen og Emma Fuglø Ídni.

Jógvan hjá Dala, hevði bókhaldið og sagt verður, at hann dugdi væl at fáa peningin inn. Hann hevði ávís fólk at ganga við rokningum, og eydnaðist teimum ikki at fáa peningin inn, fór hann sjálvur.

Mogens Højsted segði, at tá ið hann í 1972 fór at læra í Ídni, var Jógvan Joensen stjóri, Torvald smiðjumeistari og Emma Fuglø nevndarlimur. Tey sótu eisini í nevndini, men hvør var nevndarformaður, visti hann ikki.

Um 1980 tók Mogens Højsted við sum stjóri, men sum frá leið, gjørdust tíðirnar truplari og truplari, og í 1990-árunum máttu teir snara lykilin um, segði Mogens. Hann segði eisini, at roynt varð at lata Ídni upp aftur, men at henda tíðin gjørdist ikki so drúgv.

Heimildarmaður sigur, at Ídni fekk góða byrjan. Stórur útróðrarbátur – 80-tonsari við 240 hesta alfa dieselmotori – fór í myrkri og kavaroki á land í Haraldssundi og gjørdist vrak. Smiðjan ognaði sær vrakið og við dykkara varð farið norður við sandbátinum Karl Peturi. Motorurin varð tikin úr og sleipaður til Klaksvíkar. Har varð hann tikin sundur, allur sum hann var, skolaður ígjøgnum, settur saman og seldur við góðum vinningi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dragin mátti venda við
Vit vóna at taka bæði steypini norður
Seinasta framsýningin hjá Juttu
Flaggdagshald í Vágstúni
60 ára føðingardagur
Árni: Hóast súksé'ina vilja vit hava mei…
Niclas Heri: Kórið er okkara bindiklubbu…
Eitt annað, sum ikki má henda....
Síðstu túrarnir hava verið góðir
Aðalfundur hjá Vinnulívsráðnum
Norðlýsið LIVE
Árni Frederiksberg vitjar Norðlýsið
Tummas Lervig á forsíðuni hjá ECA
Café Fríða samskipar túrar til ferðafólk
Almenn móttøka – Gomlu lækna­hús­ini tikin…
KFUM og KFUK skótarnir í Klaksvík bjóða…
Dávid B. Andreasen hevur verið avgerandi…
Símun: Eg gav KÍ venjari­num 6 bombur!
Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 12…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni