Lýsing
Lýsing

Osmund fekk rætt

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  18.02.2016 - 17:04 Eldri tíðindi

Osmund Justinussen spáddi í summar og í heyst, at El Niño fór at ávirka veðrið og fiskastovnarnar við Føroyar í vetur, og alt bendir nú á, at hann fekk rætt. Í kvøld kl. 19:30 heldur hann fyrilestur í Miðhøllini á Skúlatrøð um veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar.

Osmund Justinussen var varin og vildi ikki læsa seg ov fastan í forsøgnini, tá hann bæði í juni og í september 2015 luttók í útvarpssendingum um veðurfyribrigdið El Niño.

Osmund hevur síðani sjeytiárini havt áhuga fyri, hvussu El Niño ávirkar botnfiskastovnarnar í norðurhøvum og líka síðani hevur hann fylgt væl við hesum veðurfyrbrigdi.

“Eg tori ikki at vera ov avgjørdur, men mann kundi roknað við, at tá tað kemur út á heystið og út á veturin, so verður fiskiskapurin góður,” segði hann í sendingini “Vitan” tann 15. september.

Hann grundgav hetta við, at um gongdin bleiv tann sama, sum hon áður hevur verið, so roknaði hann við, at hátrýst fóru at leggja seg yvir Russland og Skandinavia, og at lágtrýstini tí fóru at verða trýst frá Føroyum, og hetta skuldi givið okkum landnyrðing og klárari veður í heyst og í vetur. Tað skuldi verið gott fyri gróðurin í sjónum og fiskiskapurin skuldi tí blivið góður.

Nakrar óvissur eru altíð

Ein orsøk til at Osmund var varin við at úttala seg var, at hendan El Niño byrjaði øðrvísi enn mangar av teimum undanfarnu. “Vanliga taka tær seg ikki upp fyrr enn í oktober og eru í hæddini um jólini, men nú tók hon seg upp so tíðliga, at eg tori ikki at siga ov avgjørt, men mann skal rokna við, at tað verður góður fiskiskapur í heyst og í vetur,” segði hann.

Eitt annað fyribrigdi sum ávirkar er makrelurin. “Allur makrelurin sum er her, og allur djúpvatnsfiskiskapurin sum er út av landgrunninum, hvussu nógv ávirkar hann toskafiskiskapin við Føroyar? Tað veit mann ikki,” segði Osmund.

Men hóast hann var varin í sínum úttalilsum í summar og í heyst, so er ringt at koma uttanum, at hann visti, hvat hann tosaði um.

Í kvøld klokkan 19:30 fer Osmund Justinussen at halda fyrilestur í Miðhøllini á Skúlatrøð har evnið verður: Veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld