Lýsing
Lýsing

Hagtøl kunnu vera góð - men fiskiskapurin er nógv betri

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  29.04.2016 - 11:06 Eldri tíðindi

Týsdagin skrivaði Hagstova Føroya á heimasíðu síni, at avreiðingarnar í fyrsta ársfjórðingi í ár hava verið á lágum støði.

Týsdagin skrivaði Hagstova Føroya á heimasíðu síni, at avreiðingarnar í fyrsta ársfjórðingi í ár hava verið á lágum støði.

“Javnan hava tíðindi um góðan fiskiskap hjá einstøkum bátum og skipum verið hesar fyrstu mánaðarnar av árinum. Tíverri síggjast ikki hesi góðu tíðindi aftur í samantaldu avreiðingunum,” skrivar Hagstovan.

Umframt hesi og onnur skrivað orð, teknar Hagstovan eisini við talvum og grafum eina sera dapra mynd av syrgiligu gongdini.

Men tey sum hava fylgt við fiskiskapinum í vetur undrast, og ein teirra er reiðarin, Osmund Justinussen.

“Útróðurin er ikki bara blivin betri - hann er blivin so nógv betri, enn hann hevur verið,” sigur hann.

Og Osmund hevur tað ikki í ongum. Hann vísir til tøl frá bæði Vørn og Fiskamarknaði Føroya. Tey tølini vísa, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu, veiddur undir Føroyum frá 1. januar til 31. mars 2016, er nógv betri enn hann var somu tíð í fjør.

Taka vit tølini hjá Vørn (sum vísa alt sum fer um avreiðingarskipanina), so vísa tey, at í fjør vórðu fiskað 1.834 tons av toski undir Føroyum og í ár er hetta talið komið uppá 2.491 tons. Hýsan er í sama tíðarskeiði farin úr 857 tonsum uppí 1.206 tons.

Flemish Cap og Ísland tald við

Á Hagstovu Føroya siga tey, at munurin á teirra tølum og tølunum hjá Vørn er, at tey hava talt veiðuna á Flemish Cap og undir Íslandi við. Skipini fóru tíðliga á hesar leiðir í ár, og tað ávirkar tølini í fyrsta ársfjórðingi.

Osmund Justinussen heldur, at tað gevur eina alt ov dapra mynd av fiskiskapinum undir Føroyum, tá Hagstovan skrivar, at søgurnar um góðan fiskiskap ikki síggjast aftur í avreiðingunum, tí veruleikin er, at tað hevur verið nógvur fiskur at fingið í vetur. - Og hetta er ikki bara ein pástandur. Tølini prógva eisini, at nógv meira hevur verið at fingið av bæði toski og hýsu undir Føroyum í ár enn tað var í fjør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld