Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein kongaligmóttøka í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  24.06.2005 - 11:48 Eldri tíðindi

Nógv fólk og rættur fagnaðarstemningur á kajuni tá Drotninga- og Krúnprinsaparið komu á Klaksvík við Dannebrog

Vitjanina hjá Drotning Margrethu í Klaksvík fingu klaksvíkingar kanska ikki so nógv burturúr, og tað hevði sínar orsøkir.
Frammanundan drottningavitjanini í Klaksvík, fingu vit fráboðan um, at drottningin hevði trupulleikar við knæðnum og tað merkti vitjan hennara í Klaksvík.
Stór móttøka var á keiini tá kongaskipið legði at og sigast má, at sera nógv fólk vóru samankomin har.
Serstakliga var tað Fredrik Krúnprinsur og Mary Krúnprinsessa í stjólu myndina og tað ikki so løgið, tí tey eru ung og spennandi stutt síðani gift og harafturat er Mary við barn.
Mín leiklutur var at fylgja Drotningini og byrjanin var í Sambýlinum á Heygnum. Drottningin og Hendrikur prinsur komu longu um 15 minuttir áðrenn tíðina til Sambýlið og í samband við dagin høvdu búfólkini stásað seg upp og sótu spent og bíðaðu. Drottningin fór yvir og heilsaði uppá tey øll, ímeðan Valborg Josephsen fyristøðukvinna presenteraði búfólkini.
Tá drottningin gekk runt og tók í hondina á búfólkunum gjørdi hon skjótt av og tað sást tá hon kom út á altanuna og fekk fatur á galendaranum har, at knæð hennara hevði tað ikki so gott, tí hon stiðjaði seg tungt til galendaran og lyftið hvíldi pínandi knæið.
Sigrid á Høvdanum, kokkur á Sambýlinum hevði rigga sera snotuliga matarborið til, og tá Drottningin og Prinsurin vóru komin at sita, var lagið skilliga betur og tey sýntust at hugna sær væl, tí tey sótu væl og leingið við borið og sýntust at vera í góðum lag.
Vit spurdu Valborg Josephsen, havt hon tosaði við drottningina um. Valborg sigur, at hon fyri tað mesta presenteraði búfólkið og harafturat greiddi hon drottningini eitt sindur frá søguni um Sambýlið, hvussu grundstykkið varð fingið til vega og sofram.
Úti á altanuni greiddi Lassin Isaksen, húsavørður teim kongaligu eitt sindur frá útsýninum um fjøllini sum sóust og tílíkt og sigast má, at tey vóru bergtikin av útsýninum.
Sigrid á Høvdanum fjálgaði um Drottningina og Prinsin og hon greiddi teimum frá, hvat var á borðinum  og har var bæði kalvi, havtaska, ræst kjøt, grind og spik og nógv annað gott, harumframt vóru køkur og kaffi at fáa.
Borðið hjá Sigrid og teimum á Sambýlinum var eitt rættuligt listarverk í uppstilling og tilevnan ið hevði uppiborið eina grein fyri seg.
Frá Sambýlinum var farið við bili við nógvari ferð niðan í Norðoyatunnilin, har eg fekk lumpa meg inn í bilin, sum koyrdi myndafólkið aftaná drottningini inn í tunnilin.
Innast í tunnlinum vórðu Drottningin og Prinsurin sett á ein bonk, har tey fingu eina áhugaverda frágreiðing um tunnilsarbeiðið og serstakliga Hendrikur Prinsur spurdi nógv um arbeiðið ímeðan Drottningin ongantíð reisti seg av beinkinum, helst eisini orsakað av knænum.
Úr Norðoyatunlinum var síðani farið í kirkjuna har kvinnukórið Suð brillieraði við sínum vakra sangi og ikki minst Alex Sólstein, ið altíð meistarliga dugir at fanga gestir í kirkjuni við síni meistarliga áhugandi og fangandi frágreiðing um Christianskirkjuna og tað hon umboðar.
Úr kirkjuni var síðani farið niðan í Skálan, har Drottningin og Hendrikur Prinsur, skuldu koma saman aftur við yngra parinum, ið hevði verið á Viðareiði, har eydnaðist mær ikki at kroysta meg inn, men uttanfyri fingu vit sera góðar myndir og fingu enn einaferð váttan fyri evnunum hjá Mary at vinna sær tokka og tað serliga millum børnini.
Børnini hentaðu søljur og stillaðu upp, tá tey kongaligu komu úr sambýlinum og gingu yvir í Skálan, Mary tók søljur, sum tey rættu henni og hon ansaði sera væl eftir ikki at gloyma nakran. So nærløgd var hon, at Krúnprinsurin byrjaði at ótolnast, tí hon bleiv við at venda aftur til børnini, tí hon helst helt tað var synd at onkur teirra stóð eftir uttan at hon hevði víst barninum ans, jú sanniliga ein ótrúliga vøkur og vinnandi Krúnprinsessa, sum danir og danska kongahúsið kunnu vera errin av.

Oliver
Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari