Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tveir sløkkiliðsbilar manglaðu streym og startaðu ikki

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  30.09.2005 - 12:11 Eldri tíðindi

Esmar Klakstein, sløkkiliðsmaður, skrivar at tað kundi verið álvarsligt tá sløkkiliðsbilar ikki vildu starta í samband við eldsbruna á Skarðhamri

ÚR KJAKTORGINUM:

Navn:
Esmar Klakstein
Dagur: 29. Sep. 2005 21:18
Yvirskrift: Bilar startaðu ikki.

Ynskið at gera nakrar viðmerkingar til ymiskar umstøður í samband við eldsbrunan á Skarðhamri sunnukvøldið, tá ið 2 bilar hjá sløkkiliðinum ikki startaðu. Ì sosialinum sigur leiðarin hjá Klaksvíkar sløkkiliði at ein mannskapsbilur ikki startaði, jú tað passar, men tann manskapsbilurin er tann bilur sum eisini verður brúktur í samband við druknivanlukkur, tí í honum er útgerðin til froskmennirnar, so gott at tað bert var eldur í.
MEN tað var eisini ein annar bilur sum ikki startaði og hann hevði sløkkiútgerð í , so sum 2 tons av vatni, roykavaraútgerð, og útgerð at sløkkja eld við. Eisini hevur sami bilur alla tað útgerð sum verður brúkt í samband við fastkleimd fólk, so gott at tað bert var eldur í. Tað hevði nokk ikki so stóran týdning sunnukvøldið, tíbetur, tí gott er ikki at hugsa tankan um tað var brúk fyri ørðum bilinum sum ongan streym hevði. So at tað sum, stóð i greinini í sosialinum hósdagin 29. sep er ikki so eftirfarandi, og tað sum "Forvitin sjálvdan fegin" skrivar í kjaktorginum á nordlysid.fo er rætt.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…