Lýsing
Lýsing

Fiskivinna og stovnsrøkt - fiskiskapur/hagtøl

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  26.05.2017 - 10:48 Eldri tíðindi

Vit hoyra við jøvnum millumbilium í tíðindafjølmiðlunum um fiskihagtøl frá Hagstovuni viðvíkjandi tí, íð landað verður av fiski av Føroyska landgrunninum. Tey flestu, sum hoyra hesi tíðindi, øtast við hvussu lítið er til av toski við Føroyar, og ein skilur tey væl. Tey hoyra jú onga grundgeving fyri, hví so lítið verður avreitt.

Veiðuhagtøl, sum sammeta ár við undanfarin ár uttan at grundgeva fyri, hví so stórar broytingar eru í veiðuni, kunnu verða sera villeiðandi, og ein avskeplað mynd av verðunleikanum, um ikki verður greitt frá hví so er. Um vit skulu sammeta veiðihagtølini á toski í ár við undanfarin ár, og út frá hesum gera eina meting av toskastovninum við Føroyar, so eru vit heilt úti í togunum.

Samlaða veiðuorkan á innara landgrunninum við Føroyar er nú bert ca. 30-40 % av tí, hon var tey góðu toskaárini í t.d. 1996-1997, tá fiskað blivu um 45 túsund tons pr. ár.

Ta tykist sum at heldur ikki okkara polittikarar hava skilt, hví so lítið verður veitt á landgrunninum. Vit hoyrdu nú eitt kvøldi tríggjar floksformenn viðgera nýggju fiskivinnuskipanina í SVF, og har var lítið at heinta, tá tað kom til vitan um vinnuna. Teir eymkaðu seg um, at stovnarnir vóru so niðurfiskaðir og vónaðu, at teir komu fyri seg aftur! Fylgja okkara ábyrgdarpolitikkarar so lítið við í tí, sum fyriferst á grunninum? Er støði so vánaligt, at heldur ikki teir hava fingið við, hvør orsøkin er til, at so lítið er fiskað og avreitt av Føroya grunninum, og at tað einki hevur við niðurfisking av fiskastovnunum at gera?

Hvat er orsøkin til, at veiðutølini eru so lág

Tað var góð tilgongd av toski við Føroyar í fjør, og munandi størri tilgongd er í ár, men vit síggja einki aftur í landingarnøgdum og hagtølum. Størru línuskipini hava als ikki veitt á grunninum í vetur. Tey hava roynt á New Foundlands bankunum, og nú eru fleiri av teimum farin at veiða við Grønland, ella eisini eru tey innhandlingarskip har yviri. Allir skipaeigarar, sum kunnu, vilja vera leysir av Føroyagrunninum, tí so trupult er at dríva fiskiskap her. Útróðrarflotin er tódnaður niður í nakrar fáar bátar, tí har fæst hvørki manning ella egnarar á landi. Tey fáu skipini, sum eru eftir á grunninum, eru “hegnaði” úti av øllum nýtiligum fiskimiðum, við kassum og friðingum, ja sjálvt Føroya Banki er hermetiskt lukkaður. Eingin fær tí vent sær á grunninum, og eingin sleppur at veiða, har fiskurin heldur til. Tískil eru lítlar og ongar landingar, men bert hagtøl við ongari frágreiðing um hví so er - og verða hesi hagtøl tí villeiðandi !

Tað er ein búskaparlig ólukka fyri skip, flakavirkir, vinnuna á landi, og tískil alt samfelagið, at vit ikki veiða fiskin, meðan hann er at fáa, tí hann er burtur, sum døgg fyri sól, tá livilíkindini broytast aftur. Ikki síðani 1997-98 hava livilíkindi hjá fiski á Føroya grunninum verið so góð, sum í ár. Her er bæði nebbasild og toskasild (hvítingsbróður), og somuleiðis er eisini tann rætti sjóvarhitin við botnin.

Eg havi í gjøgnum mong ár víst á, nær góður toskafiskiskapur kann væntast við Føroyar, og hvat orsøkin er til tess. Hálvt til eitt ár eftir at El Nino hevur verði í hæddini í Stillahavinum, so ávirkar hetta sjóvarhitan við botnin á Føroyaleiðini og harvið alt gróðrarlív og sostatt eisini fiskiskapin á grunninum, sama er eisini galdandi hesaferð, eftir eina sera máttmikla El Nino í fjør, sum helt áfram heilt út í nov. tá hon tók av aftur. Tó vísur hon seg nú aftur at taka til, so kanska fer tað at líkjast árunum 1997 og 98 til fiskameingi á grunninum, - men tó ikki í landingarhagtølum.

Um vit hyggja eftir veiðutølum fyri Føroyar síðstu 80 árini, so hevur meðalveiðan av toski verið umleið 25-27 túsund tons um árið. Tey bestu árini upp í móti 50 túsund tonsum, og tey vánaligastu niður á 17 túsund tons.

Í fjør veiddu vit bert 7-8 túsund tons av toski á landgrunninum, og í ár verða tey ikki meira enn møguliga eini 9 tús. tons. At vit ikki taka meira úr stovninum, nú høvi er til tað, er skilaleys røkt av tilfeinginum, og ikki minni enn ein ólukka fyri vinnuna á sjógvi og landi. Hetta er ikki tí, at fiskurin ikki er til, men tí vit sleppa ikki framat til at fiska hann.

Hvussu mikið kundu vit veitt av toski í ár

Eg eri ikki í iva um, at vit kundu í minsta lagi veitt 25.000 tons av toski á Føroyagrunninum í ár, og í fjør kundu vit havt veitt 20.000 tons og eisini munandi meira av hýsu, uttan at ganga stovninum ov nær. Vegna stongd økir har, sum okkara bestu toska- og hýsuleiðir eru, og vegna aðrar reguleringar koma vit bert at fiska ein triðing av hesi nøgd. Vit koma tískil at missa eitt virði á umleið 270 mil kr. ella 16.000 tons á 17,oo kr kg í meðal = 272 mil kr. av toskafiskiskapinum bert í hesum árinum. Og vit koma ongantíð aftur at veiða eina meðal nøgd av toski og hýsu, um ikki onkur vaknar, og ger tær broytingar, sum skulu til, fyri at tað verður atkomuligt at veiða hesa nøgdir.

Tað kann verða, at samfelagið hevur rá at missa allar hesar milliónirnar vegna góða makrel- og svartkjaftaveiðu, og somuleiðis met nøgd av alifiski við góðum prísum. Men skipini og manningarnar, sum veiða tosk og hýsu og heldur ikki flakavirkini á landi, hava rá til, at vit ikki gagnnýta okkara tilfeingi, meðan tað er á grunninum.

Enn hevur línuveiðan ikki merkt so nógv til hækkaða toskameingi, men snellufiskiskapurin á Norðhavinum í vár merkti tað væl. Tað hevur oftani fyrr víst seg, at tá umstøðurnar á grunninum eru, sum tær eru nú, so er tað trolreiðskapurin, íð fær meira burturúr, og seinni er tað línan. Hetta vístu eisini yvirlitstrolingarnar hjá Magnus Heinason í vár, og sama er hjá smærru trolbátunum. At fiskurin ikki tekur húk í løtuni kemur møguliga av, at so nógv føði er í sjónum. Annars er tað sum allir línumenn vita, ringasta tíð til línufiskiskap á innaru leiðunum nú á summri. Hetta fer tó at broytast aftur, tá næturnar dimmast í heyst.

Kvotaskipan ónýtilig til botnfisk

NB. Nakrir trolbátar hava verið í Skotlandi til sandblásingar nú í summar. Manningarnar siga frá, at allir fiskimenn, sum teir hava tosað við har niðri, søgdu við teir: Gerið tit bara ikki ta dáragerð, at tit fara undir at brúka kvotaskipan til botnfisk, eins og vit hava, tí hon er heilt oyðileggjandi! Sama kunnu vit siga eftir tær royndir, vit høvdu við kvotaskipan við Føroyar í 1990unum!

Tórshavn, 24. mai 2017


Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…