Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næmingar lesa fyri næmingum

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  05.05.2024 - 16:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

At venja upplestur er gott, tí tú hoyrir teg sjálvan lesa, og tað hjálpir tær at vera kritiskur um tín upplestur og tína úttalu. Hetta gevur eisini venjing í at lesa livandi og leggja røddina eftir huglagnum.

 

Upplestur ger eisini tað, at tað, sum tú lesur hart, fer út úr munninum, inn aftur í oyrað, upp í heilan, og tú lærir fyri aðru ferð. Tá tú venur upplestur, venur tú samstundis førleikar at lesa upp fyri øðrum.

Tóra í 5.d hevur í nakrar dagar lisið bókina Reyðhúgva og vant sín upplestur, tí hon skuldi nevniliga lesa upp fyri 3.d. Lesiátak er hesa vikuna, har næmingarnir lesa hvønn 1. tíma í vikuni, og tað var tí hóskandi, at lesiløtan í morgun byrjaði við upplestri frá einum eldri næmingi.

Næmingarnir vóru spentir at hoyra søguna, og teir sótu pinnastillir og lurtaðu eftir, meðan Tóra las søguna upp fyri teimum. Tóra las hart og týðiligt og dugdi væl at leggja huglagið í røddina, so næmingarnir fylgdu væl við.

Hetta er eitt átak, sum er mennandi fyri upplesara og áhoyrara, og tí eigur at verða gjørt regluliga.

Flokkurin takkaði fyri søguna og tók síðani frílesingbøkur fram, tí nú skuldu tey lesa sjálvi í síni egnu bók.

Tað er kanska eitt sindur nervapirrandi at skula lesa upp fyri einum flokki fyri fyrstu ferð, og tí hevði Tóra tveir góðar floksfelagar við sær – Gudný og Mariu. Tað var ordiliga gott.

Hetta var ein góð morgunløta og ein góð lesiløta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Lýsing