Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dugnaligasti sølumaðurin í føroyskum politikki (fyrsti partur)

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  31.05.2017 - 00:00 Eldri tíðindi

Tjóðveldi vil at útlendskur eigaraskapur skal úr føroysku fiskivinnuni, segði ein avgjørdur og sum altíð sannførandi Høgni Hoydal og samstundis skal kvotaskipan setast í verk aftur fyri part av flotanum. Formaðurin í Tjóðveldi lat heldur ongan iva verða um at løgtingið, tvs. andstøðan, slapp ikki at pilka við politisku semjuna, sum er gjørd í samgonguni.

 

Tjóðveldi vil at útlendskur eigaraskapur skal úr føroysku fiskivinnuni, segði ein avgjørdur og sum altíð sannførandi Høgni Hoydal og samstundis skal kvotaskipan setast í verk aftur fyri part av flotanum. Formaðurin í Tjóðveldi lat heldur ongan iva verða um at løgtingið, tvs. andstøðan, slapp ikki at pilka við politisku semjuna, sum er gjørd í samgonguni.

 

Undir orðaskiftinum um nýskipan av fiskivinnuni, heftu flestu viðmerkjarar seg við røðuna hjá formanninum í vinnunevndini, Bjarna Hammer. Hann endaði røðu sína við at leggja dent á at arbeiði við at smíðja eina nýggja lóggávu fyri fiskivinnuna, ikki var liðugt enn.

- Eitt stórt arbeiði er gjørt og tað vil eg eisini takka samráðingarleiðaranum fyri. MEN okur eru ikki komnir heilt á mál enn. Tað er enn eitt týdningarmikið mál eftir, tað er viðgerin í vinnunevndini. Tað er mín vón at tá uppskotið kemur aftur úr vinnunevndini til aðru viðgerð, at fleiri enn 17 tinglimir atkvøða fyri uppskotinum.

 

 

Landstyrismaður og miðlamaður

Landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, sum er útbúgvin Cand.comm. í søgu og miðlasamskifti, á Roskilde Universitetscenter, (6 ára útbúgving) og m.a. hevur royndir sum fjølmiðlamaður í Kringvarp Føroya, gekk stóran part av tíðini, meðan orðaskifti var í tingsalinum, millum fjølmiðlafólkini at fregnast um støðuna.

Tá orðaskifti er í løgtinginum, er vanligt at síggja landsstýrisfólk brúka nógva orku og tíð at tosað við tingfólk í tingsalinum. Men Høgni var fyri stóran part av orðaskiftinum, uttanfyri tingsalin og kom m.a. fleiri ferðir inní miðlarúmi har m.a. Norðlýsið helt til.

- Hov hatta mugu tit ikki skrivað, segði hann við okkum á Norðlýsinum, tá hann kom inn í miðla rúmið í tinghúsinum. Høgni skilti at vit tulkaðu orðini hjá formanninum í Vinnunevndini soleiðis, at hann ætlaði at royna eftir eini semju uttanfyri tey 17, sum eru í samgonguni.

 

- Hatta segði hann ikki – hetta mugu tit ikki skrivað, tí soleiðis meinti Bjarni tað ikki, segði landsstýrismaðurin

 

Vit á Norðlýsinum hildu ikki at vit høvdu misskilt nakað og koyrdu søguna og søgdu við landsstýrismannin at vit fóru at spyrja Bjarna Hammer beinleiðis, um tað sum sagt var, so skjótt hann kom úr tingsalinum.

 

Meðan orðaskifti er í løgtinginum brúkar landsstýrismaðurin nógva tíð og orku at ganga smílandi og siðiligur millum mótmælandi fiskimennirnar og fjølmiðlafólkini. Hetta er sjálvandi guff fyri okkum miðlar. Tá upptøkutólini hjá Kringvarpinum eru í nánd, sigur landsstýrismaðurin við mótmælandi fiskimennirnar:

 

- Eg skilji væl atfinningarnar og vit lurta eftir teimum, men vit eru ikki heilt samd í tí, sum ført verður fram!

 

Tann sum hevur fingist við miðling veit at tað er ikki altíð so avgerandi, júst hvat verður sagt, ella hvat innihaldi er í tí sum verður sagt – men tað hevur alstóran týdning HVUSSU tað verður sagt. Og tá Kringvarpið sendir myndir í hvørt hús í landinum, hevur kropsmálið avgerandi týdning. Hetta veit Høgni og tað sæst at hann er í sínum rætta umhvørvið millum øll miðlafólkini.

 

Tá talan er um fiskivinnuna hevur miðlingin avgerandi týdningin, tí tað eru tey fægstu fólkini, sum hava innlit og vitan um fiskivinnupolitikk. Tað er ein lítil minniluti av føroyingum, sum hevur tilknýtið til vinnuna og tí stendur slagið í veruleikanum ikki millum hugsjónir, innihald og tankar, men í nógv størri mun ímillum hvussu einstøku politikararnir megnað at miðla sín boðskap, til fjøldina.

 

 

Høgni Hoydal í serklassa

Fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, segði fyri kortum nakað soleiðis, at um Høgni Hoydal fekk eina politiska semju um fiskivinnuna har uppboðssølan var við, var hann størsta politiska flogvitið vit høvdu havt.

 

Jóannes hevur grein í sínum málið, men vit eiga samstundis at minnast til at vit hava samstundis við ein politikkara at gera, sum ikki er fiskifrøðingur og ei heldur hevur nakrar royndir sum vinnulívsmaður. Hann er fyrst og fremst ein framúr dugnaligur miðlamaður, sum hevur livað í politikki í skjótt 20 ár. Hetta ger at aðrir politikarar hava ilt við at fylgja við Høgna Hoydal.

 

 

Innihaldi hevur minni týdning

Sonja Jógvansdóttir, segði tað so væl á løgtigsins røðarapalli tá hon rósti Høgna Hoydal fyri gott arbeiði. Hon segði bart út at hon legði einki í hvørja skipan vit valdu til vinnuna, men at nú hevði man funnið eina semju og hon skuldi haldast.

 

Verður hugt nærri at innihaldinum í politisku semjuni sæst skjótt, at her er langt til tað, sum samgongan skrivaði í samgonguskjalið. Grundreglan um at farast skuldi frá politiskari útlutan til eina marknaðarstýrda skipan er ikki longur galdandi. Tað er rætt at ein partur skal um uppboðsølu, men nógv tann størsti parturin skal latast verandi eigarum, og harafturat kemur landsstýrismaðurin sjálvur at hava víðar heimildir við at deila út granskingarkvotur o.a.. Landstýrismaðurin fær sera víðar heimildir at lýsa kunngerðir, sum ávirka dagliga dagin hjá vinnuni.

 

 

Høgni og Tjóðveldi broytt støðu í týðandi málum

Tann 5. november 1999 hevur Sosialurin eina samrøðu við Høgna Hoydal um sokallaða Caragata álitið, sum Dr.Patrick Caragata, doktari í búskapi hevði skrivað, har mælt verður til at landsstýrið hugdi eftir hvussu íslendingar stýrdu sínum búskapi – sitat: - Teir duga!

 

Sosialurin skrivar:

… Tá tað kemur til útlendskar íleggjarar, so er í Føroyum eitt greitt lógarmark fyri hvussu nógv útlendingar kunnu eiga av føroyskum ali- og fiskivinnufyritøkum. Ein regla er sum sigur, at útlendingar ikki kunnu eiga meira enn ein triðingin av fyritøkum í hesi vinnugreinum, og tað heldur Caragata bólkurin ikki verða rætt. Teir siga at hetta er ein forðing fyri at útlendingar tíma at gera íløgur í Føroyum, tí sum tað sær út nú, so skulu útlendingar rinda peningin meðan føroyingar skulu hava avgerðarrættin.

Hvat heldur Høgni Hoydal um tað. Hava vit ikki verið alt ov varnir tá tað kemur til útlendskan í blanding í føroyska vinnu?

- Tað er væl gjørligt, og persónliga ræðist eg ikki fyri, at útlendingar koma inn í føroyskt vinnulív. Hetta er í grundini ikki petti annað enn tað sum føroyingar altíð hava gjørt. Teir hava rikið fyritøkur aðrastaðni, og enntá við góðum úrslitum, staðfestir Høgni Hoydal.

Sum vera mann, kunnu føroyingar ikki bara geva útlendingum rætt til at koma til Føroya, og so lata teimum ognarrættin yvir øllum, tað sigur seg sjálvt, men tað kann gerast á annan hátt enn tað verður í dag.

Vit skulu tryggja okkum at alt ríkidømi ikki fer úr Føroyum, og burtursæð frá tíð, so haldi eg, at vit eiga ikki at verða bangnir fyri útlendskur kapitalur kemur til Føroya.

Serfrøðingabólkurin (nýskipannarnevndin) varð heldur ikki spurdur um at lýsa fyrimunir og vansar av útlendskum eigaraskapi, men fekk boð frá landsstýrinum at gera tilmæli um hvussu útlendskur kapitalur skuldi fáast úr vinnuni. 

 

 

Kjartan Hoydal, fiskidagaskipanin, kvotur og uppboðssøla

Í røðu síni í løgtinginum og eftirfylgjandi í samrøðu við miðlarnar, vísti Høgni Hoydal eisini til pápa sín, Kjartan Hoydal, sála. Eingin ivi er um at hetta varð gjørt tilætlað, tí Kjartan Hoydal, sáli, hevði drúgvar royndir við føroyskum og altjóða fiskivinnupolitikki og hevur framhaldandi stóra virðing í politisku skipanini og millum reiðarar og fiskimenn.

Kjartan Hoydal var fyrrverandi fiskivinnustjóri hjá Føroya Landsstýri og var við til at skapa ta føroysku fiskidagaskipanina og hevði drúgvar royndir í fiskivinnuumsiting. Hann var skrivari í millumtjóða felagsskapinum NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission), umframt forseti í NAFO (Nothwest Atlantic Fisheries Organization) og fyrrverandi formaður í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammals Commission). Útbúgvin hevði hann innan lívfrøði og havvistfrøði.

 

Men tað má verða sera ivasamt um Kjartan Hoydal hevði tikið undir við tí skipan, sum samgongan við Høgna Hoydal á odda ætlar at seta í verk.

 

Kjartan Hoydal talaði alment ímóti at selja fiskiloyvir á almennari uppboðssølu, og hann fanst eisini alment at ráðgevingini frá ICES og havstovuni.

 

So seint sum í Januar 2014 segði Kjartan Hoydal, sáli, í samrøðu við Sosialin at tað bar ikki til við uppboðssølu har hann undirstrikaði at eingin í vinnuni skilir hugsanina aftan fyri eina fiskuvinnu, ið er rikin 100% eftir marknaðartreytum, og at hann heldur ikki skilir hetta sjálvur.

- Vinnan vil hava vissu fyri, hvat hvør veiðubólkur eigur hvørt fiskiárið, og tá lok er lagt á tann partin, vilja teir sleppa at fiska, siterar Sosialurin, Kjartan Hoydal.

 

Í samrøðuni leggur Kjartan Hoydal dent á, at ein uppboðssøluskipan heldur ikki fer at tryggja okkum ein fjølbroyttan flota, um tað er tað, vit vilja hava.


- Tað er avgjørt neyðugt við einum fjøltáttaðum flota. Vit skulu minnast til, at tað er ein grund til, at flotin er samansettur, soleiðis sum hann er, við teimum ymisku veiðibólkum. Tað er tí, menn hava sæð, at tað loysir seg at fiska eitt slag við línu, eitt annað við gørnum, eitt triðja við troli og so framvegis. At so at kalla allur botnfiskiskapurin í fleiri ár hevur ligið í tungum sjógvi er ikki at kasta verandi fiskivinnuskipan fyri, men umsitingini av henni, segði Kjartan Hoydal við Sosialin.

 

Á ráðstevnu á fiskirannsóknastovuni 6. Juli 2005 segði Kjartan Hoydal, sáli, at tað var skeivt at brúka stovnsmetingar sum grundarlag fyri at áseta veiðutrýst.

Hann var sera atfinningarsamur móti tí ráðgeving sum føroyskir myndugleikar hava fingið og framvegis fáa frá fiskifrøðingunum hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni.
- Ráðgevingin hóskar ikki til fiskidagaskipanina. Stovnsmetingar vísa seg altíð at vera skeivar í mun til bæði nútíðina og framtíðina, segði Kjartan Hoydal.

Á nevndu Ráðstevnuni brúkti Kjartan Hoydal, sáli, hagtøl yvir veiðina og vísti á ósamsvarið við stovnsmetingar, sum hava verið brúktar í ráðgevingini hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni.

 

– Stovnsmetingar kunnu ikki brúkast sum metoda til at stilla upp á veiðitrýstið, konstateraði hann og vísti á at fiskidagaskipanin ikki er ein kvotaskipan.

 

Sosialurin skrivar í nevndu grein at Kjartan Hoydal metti at fiskidagaskipanin við øllum teimum amboðum ið eru tengd at henni, er at rokna sum ein tann besta í øllum heiminum.

 

- Men, legði hann afturat, tær upprunaligu útrokningarnar fyri teir ymisku skipabólk-arnar mugu gerast umaftur, so skipanin samsvarar betur við broytingar sum síðani 1996 eru hendar í flotanum.
Hinvegin hevur ráðgevingin hjá ICES og Fiski-rannróknarstovuni ongantíð verið lagað eftir fiskidaga-skipanini og teimum fyritreytum ið eru serligar fyri Føroyar
, legði hann afturat.

- Ráðgevingin hevur als ikki tikið støði í fiskidagaskipani og her skjóti eg upp at Landsstýrið biðjur um eina aðra ráðgeving frá ICES, eina ráðgeving ið júst byggir á fiskidaga-skipanina. (Sitat endað)

 

 

Miðling og veruleikin

Veruleikin er tann at vinnan ynskir ikki eina uppboðssølu av fiskiloyvum og hoyringsskriv og mótmælini frá fiskimonnum vísa at serfrøðin á økinum er grundleggjandi ósamd við landsstýrismannin.

 

Enntá serfrøðinganevndin, sum landsstýrismaðurin setti at koma við einum tilmæli um nýskipan, bønaði landsstýrismannin um at sleppa at viðgera aðrar skipanir enn einans uppboðssølu, men hetta var teimum nokta. Nevndin skuldi bert siga hvussu landsstýri kundi fáa eina uppboðssølu at virka.

At hetta var hugstoytt hjá nevndini er eingin ivi um tá ein lesur endaliga tilmæli: …Nevndin hevði torført við at finna eina nøktandi semju um uppboðssølu av fiskirættindum…..

 

Formaðurin í serfrøðinganevndini, gav ilt av sær tá Landsstýrið brádliga vildi hava anti trust mørk tí landstýrið politiskt var óttafult fyri reiðarum, sum høvdu vaksið seg stórar. Men mælandi orðini frá formanninum í nýskipanarnevndini vóru, sum at sletta vatn á gás.

 

Serfrøði og royndir telja ikki so nógv í samfelagskjakinum. Langar og sannførandi røður á løgtingið, flyta ikki longur nøkur mørk, men tað ger miðlingin gjøgnum KVF, Facebook, portalar o.so.fr...

 

Og her fær tann altíð smílandi landsstýrismaðurin hjørtu veljarans at smelta.

 

 

 

----

 

Hvat ger tingið? – Jú teir selja grýn…. ella rættari ”grín” ???

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…