Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Javnstøða á øllum økjum sjálvandi

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  28.08.2018 - 19:51 Bloggur Tíðindi

Í dag er tað ein sjálvfylgja, at tað skal vera javnstøða millum kynini á øllum økjum. Tað verður helst mett sum eini Guðgivin rættindi, og ongin setur spurnartekn við tað. Men kanska kostar javnstøða eisini

Á horninum Dirch Passers Allé og Finsensvej standa eini gomul gul hús, kend sum ”Den Gule Villa”. Talan er helst um eini gomul herskapshús, sum óivað einaferð hava havt ein prýðiligan urtagarð. Tá ein koyrir framvið í dag, kann ein lættliga undrast yvir hvat hesi gomlu húsini gera mitt í øllum tí nýggja betongbyggjarínum, sum nú umgyrðir tey.

Nú eru húsini nýumvald og karmurin um virksemi fyri eldri fólk. Eg hevði frætt frá grannanum, at har var góður matur at fáa á middegi, og matligur sum eg eri, legði eg ein dagin leiðina framvið, tí eg hevði lisið, at stokt kálvalivur stóð á matlepanum. Hettar er ikki hvønndagskostur, og skuldi roynast.

Komin innum, sást beinanvegin, at her hevur einaferð verið talan um eini vælahús, og tað angaði langan veg av stoktum leyki og brúnari sós. Tað eydnaðist eisini skjótt at fáa eitt borð at sita við og mat upp á borðiskin.

Har vóru nógv inni, men bara eldri kvinnur, vísti tað seg. Forrestin, so vóru tær allar gorrandi rappenskrallur, sum eg annars bara hevði væntað at funnið á Nørrebrúgv, Vesturbrúgv ella á Amagerbrúgv. Men hetta slagið finst eftir øllum at døma eisini á sjálvum Frederiksberg. Var tað fyri einari fjóðringsøld síðani, so høvdu tær allar sitið við hvør sínari cerut og fylt høllina við tjúkkum royki. Kanska búgvi eg í skeiva endanum á Frederiksberg.

Eg spurdi eina av rappenskrallunum, soleiðis bara í skemti, um hettar var eitt felag bert fyri kvinnur. Men hon svaraði nei, at tað var tað ikki. So spurdi eg, hvar eru allir mennirnir vóru, og fýra kvinnurøddir við eitt borð við síðuna av svaraðu við ein munn: Teir eru deyðir!

Tað var í veruleikanum ein fjákutur spurningur, tí sum fyrrverandi sóknarprestur í einum býsókni í Keypmannahavn, átti eg at vitað, at fyri hvørjar tíggju kvinnur yvir 80, eru bara tveir ella tríggir menn yvir 80. Til hámessuna sunnumorgun í Samuelskirkjuni sótu einar 40 gamlar konur, tveir gamlir menn og nakrir unglingar. Har hevði tú eisini fingið sama svarið, um tú hevði spurt, hvar hinir menninir vóru: Teir eru deyðir!

Tað var ikki tí, at gomlu menninir í Samuels sókn vóru so nógv óguduligari enn kvinnurnar, men í einum arbeiðarkvarteri sum Samuels sókn, kundi tað vera 10 – 15 ára munur á livialdrinum hjá kvinnum og monnum. Í miðalstættini og yvirstættini er munurin væl minni, men tó eini 5 – 7 ár. Tí undraði tað meg ikki sørt, tá rappenskrallurnar á Frederiksberg søgdu, at allir menninir vóru deyðir. Eg hevði satt at siga væntað, at her livdu teir longri.

Tað sigst, at so hvørt kvinnurnar fara fulla tíð á arbeiðsmarknaðin, so minkar munurin millum livialdrinum hjá kynunum munandi, men tó ikki til fyrimuns fyri kvinnurnar! Tær gomlu arbeiðarakonurnar á Nørrebrúgv høvdu kanska ikki havt fulltíðarstarv uttanfyri heimið, men tær høvdu so sanniliga slitið og stríðst fyri sær og sínum.

Rætt skal vera rætt! Javnstøða á øllum økjum! Vit av mannkyni, sum eru farnir at eldast noyðast at krevja, at miðallivialdurin hjá kvinnum verður lækkaður, ella at miðallivialdurin hjá okkum monnum verður hækkaður. Vit finna okkum ikki longur í, at tað skulu vera 5 – 10 ára munur í livialdrinum hjá monnum og kvinnur – til fyrimun fyri kvinnur! Javnstøða á øllum økjum! Eitt gott ískoyti til agititatiónina komandi løgtingsval!

Eftir at røktarheimið í sóknini lat aftur, var bara ein gamal maður eftir í meinigheitini í Samauelskirkjuni. Hann hevði verið arbeiðsmaður alt sítt lív og kom í kirkju hvønn sunnumorgum og hvørt mikukvøld við konuni Gurli í koyristóli. Tey búðu í pensionistaíbúðunum hjá Frelsunarherinum í Thorsgade, har sum Brøðrasamkoman helt til í fimti og seksti árunum.

Hann var so álítandi sum kirkjugangari, at um hann ikki kundi koma í kirkju sunnumorgum, so ringdi hann leygarkvøld og segði, at hann ikki kundi koma í kirkju. Hetta gjørdi gáa, fyri at ongin skuldu nýtast at óttast fyri, at tað var hent teimum nakað. Holger bleiv 97, og fortaldi um sínar arbeiðsfelagar, at teir byrjaðu at falla frá longu tá teir vóru farnir um tey seksti, ikki bara av tungum arbeiði, men segði hann, eisini av vánaligum kosti, tá teir vóru ungir, og ikki minst av tubbaki!

Tað eru mong boð uppá, hví kvinnur – um okkara leiðir í hvussu so er - liva longri enn menn. Kríggj, arbeiðsvanlukkur og barnsburðadeyði og kynssermerktar sjúkur annars, viga ikki longur so nógv í statistikkinum. Men munurin er framvegis har, og vit av mannkyni krevja sjálvandi somu rættindi sum kvinnur, at liva líka so leingi sum tær. Javnstøða á øllum økjum! Bumm og basta! Eru kvinnurnar til reiðar at forera okkum nøkur av teirra eyka miðalliviárum ella ikki? Nul diskriminatión!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…