Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bogi Jacobsen: - Hvar er opinleikin og klokkukláru mannagongdirnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.08.2018 - 09:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Vit hava søkt bæði um partsinnlit og alment innlit. Vit hava fingið umsóknina, ið vit sendu inn og síðani eisini svarið frá metingarnevndini, sigur ein spyrjandi stjóri á Varðin Pelagic

Tað var á fiskivinnutinginum í Klaksvík, at Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic tók orðið og boðaði frá at teir ynsktu at serliga metingarnevndin, ið skuldi geva fiskimálaráðharranum sítt tilmæli um hvør skuldi hava menningarkvotur, tók teirra umsókn upp til nýggja viðgerð. 

 

Bogi Jacobsen heldur lítið um viðgerðina hja metingarnevndini. Lesur ein lógina og kunngerðina so er alt brotið, sigur Bogi Jacobsen

 

Í samrøðu við Norðlýsið sigur Bogi at teir hava søkt fiskimálaráðið um alment innlit og harumframt um partsinnlit, ið er meira umfatandi.

- Vit hava ikki fingið svar uppá almenna innlitið, men vit fingu umsíðir partsinnlit í vikuni. Talan var um tvey skjøl. Okkara umsókn og síðani noktandi svarið, ið metingarnevndin gav okkum. Tað vil siga at myndugleikarnir hava tvey skjøl í málinum hjá umsøkjara eftir menningarkvotunum. Eitt virði á leið 66 mió. krónum, sum upplýst varð av búskaparfrøðingi. Um alt er uppá hendan mátan so veit eg einki, sigur Bogi Jacobsen

Bogi Jacobsen stendur púra spyrjandi yvir dokumentatiónina í hesum máli. 

- Man snakkar um, at alt skal verða so opið og um klokkurklárar mannagongdir. Eg gangi útfrá at metingarnevndin hava haft nakrar fundir og hava haft serfrøðingar inni v.m. Hvar er dokumentatiónin, spyr Bogi Jacobsen

Enn bíða vit eftir svarið uppá okkara umsókn um alment innlit, men hon er ikki líka umfatandi, so har havi eg ikki góðar vónir at fáa fleiri skjøl útflýggjaði, sigur Bogi Jacobsen.  

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja