Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinta Løwe fer at hava skeið um journalistikk og samfelag

Nú byrjar tilmeldingin til Kvøldskúlan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2018 - 14:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú kvøldini gerast myrk og long, so er tað vanligt, at fólk fáast við ymiskt innandura frítíðarítriv, og har er Kvøldskúlin eitt gott høvi og hevur eina breiða viftu av tilboðum. Nøkur skeið eru so væl dámd, at tey blíva fullteknað heilt skjótt. Í dagsins Norðlýsið sæst øll skráin.

Erik Biskopstø sigur, at umframt tey handaligu og kreativu skeiðini, so eru ymisk forkunnug nýggj skeið í vetur, sum eru meira um samfelagið og vitan, og nú tað stundar til val, so sæst tað eisini aftur í skránni. Vit hava fingið Sjúrð Skaale at koma norður og undirvísa í einum valdámdum skeiði, sum hann hevur havt um politik, har hann við framløgum á ein lættan hátt viðgerð ymiskar tættir í politikki so sum loysing/samband, vinstra/høgra og talufrælsi m.a. Tað verður skipað við framløgum og spurningum og kjakið eftirfylgjandi. Sjúrður hevur lisið samfelagsfrøði og hevur eisini royndir sum politikari. Nú vit fara út í eitt valár, so er kanska onkur, sum ikki heldur, at tað er rætt, at ein politikari skal undirvísa í politikki, men fyri at svara tí møguliga kritikkinum, so hava vit fingið John William Joensen, sum er kendur samfelagskjakari og helst hevur øðrvísi politiskar meiningar enn Sjúrður at vera "opponentur" til framløgurnar hjá Sjúrði. Annars kunnu allir luttakararnir seta spurningar og kjakast.

Journalistikkur verður ofta nevndur sum tað fjórða statsvaldið, og tað er onki løtingsval uttan journalistar. So vit hava eisini sett spennandi skeið um journalistikk og samfelag á skránna. Har hava vit fingið Beintu Løwe at undirvísa. Beinta er ein virdur journalistur og hevur eisini lisið stjórnmálafrøði og undirvíst á miðnámsskúla.

Kirkjusøga er eisini ein spennandi táttur, og vit eru sera fegin um, at vit hava fingið Marjun Lómaklett at undirvísa. Marjun Lómaklett er Guðfrøðingur og hevur virkað sum prestur í Føroyum, Danmark og í Miðeystri. Hon fer á skeiðnum tosa um ymisk hugtøk og tíðarskeið úr kirkjusøguni.

“Veðrið má sær ráða” verður mangan tikið til. Tað munnu vera fá menniskju í heiminum, sum eru so tengd at veðrinum og liva í so umskiftandi veðrið, sum føroyingar gera. Útlendingar streyma til landið, har tey næstan kunnu uppliva allar árstíðirnar upp á ein dag. Hanus Kjølbro er sjómansskúlalærari og veðurkønur. Í hesum skeiðnum verður greitt frá á ein lættan hátt, hvørji ting ávirka veðrið og hvussu vit skulu lesa og tulka tær ymsu forsagnirnar, sum fáast á fleiri heimasíðum og app'um. Eisini ber til at fara aftur í tíð og analysera ymisk veðurfyribrigdi og ódnir osv. Kvøldskúlin phevur eisini skeið í veðurlæru fyri frítíðarsiglarum, sum hevur próvtøku, men hetta skeiðið er ætlað til “vanlig fólk”, sum hava áhuga fyri veðrinum.

Frítíðarkaving er eisini eitt nýtt skeið, sum verður skipað fyri í samstarvi við føroyska kavaskúlan, sum hevur heimstað í Klaksvík. Tað er Janus Joensen, sum kemur at skipa fyri einum altjóðagóðkendum grundskeiði í frítíðarkaving. Til tess krevst eisini nógv útgerð og kaving í svimjuhøll og á sjónum. Tí er hetta skeiðið nakað dýrari enn vanlig skeið. Men tað gevur so eisini eitt prógv.

Seinasta vetur royndu vit í samstarvi við Jóhan Sjóstein, koyrilærara,fyri fyrstu ferð at hava skeið í koyrikortum til lítil prutl, og tað hevur verið góð undirtøka. Íalt hava verið fimm skeið við umleið 60 luttakarum íalt. Størsti parturin av teimum ungu eru komin úr Eysturoynni. Men seinastu vetur darvaði hálka á vegunum koyringina nakað, so koyrilærarin hevur ynski um at bíða við nýggjum skeiðum til eftir ársskiftið, tá ið vit lýsa við várskeiðum.

Tilmeldingin til tey ymisku skeiðini hjá Kvøldskúlanum fer fram á heimasíðuni kks.fo og er opin til og við 1. oktober.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…