Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nósi við tá ið Jólaskipið kom

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.12.2005 - 11:47 Eldri tíðindi

Nósi hevði glett seg sera nógv til henda dag. Hann visti at nógv fólk fóru
at verða, og at tað altíð var so stak hugnaligt.

Tá hann so fekk at vita at hann fekk loyvi at verða við í skrúðgonguni, gjørdi hann ikki mætari enn at
seta seg í samband við Absalon Lydersen í Hvannasundi, tí onkur hevði sagt, at hann átti so nógvar "wellar" bilar. Og mín sann játtaði Absalon beinavegin, at koma og koyra Nósa. Hann kom við einum fittum reyðum,
jólaligum bili.  Tað var so sera nógv fólk uppi á vøllinum, veðrið var gott og fólk í góðum lag. Serliga vóru tað børnini, ið Nósi legði merki til, hann heldir at øll eru soooooooo fitt.
Móti endanum av tiltakinum mundi Nósi fingið ilt í búkin, hann varð biðin at koma við jólamonnum at leggja seg niður á vøllin, tí høvuðsjólamaðurin skuldi hoppa upp um teir. Nósi hevði ikki gloymt, at í  fjør gjørdu teir
tað sama, og hann var so bangin fyri at høvuðsjólamaðurin skuldi detta aftur í ár.
Nósi vil takka fyri at hann kundi verða við í hesum so stak góða og hugnaliga tiltaki. Til síðst vil hann ynskja øllum eitt Gott og eydnuberandi Nýggjár.
 
Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja