Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein festlig mynd frá einum bindiklubba. Allir bindiklubbar í Føroyum kunnu luttaka í kappingini | Mynd: Bergtóra Cederiusdóttir

Bindiklubbavikuskifti í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2018 - 10:36 Leiðarin Mentan Myndarøð Tíðindi

Klaksvíkar Handilsfelag fyrireikar Tunnilsdagin, sum verður leygardagin 29. september. Á tunnilsdegnum er ókeypis at koyra og tískil eru nógv avbygdafólk væntandi. Hesaferð kunnu bindiklubbar serliga vænta at síggja handilslívið gera seg upp fyri teimum. Tað er eingin loyna at kvinnur mannað bindiklubbar og kvinnur shoppa meira enn menn, so vónirnar eru at gøturnar verða fullar av ivrigum handlandi kvinnum.

Skipað verður fyri eini kapping á sosialu miðlunum. Bindiklubbar kunnu senda inn myndir frá júst teirra bindiklubbalívi og eru so við í lutakastinum um ordilga bindiklubbavinning – eitt felags kvøld á antin Jacqson, Café Fríði ella hjá Jórun.  

Norðlýsið fer at vitjað onkran bindiklubba og kunnu lesarar okkara harvið fáa innlit í hesa serstøku kvinnumentan. Hvat gera kvinnurnar í bindiklubbunum? Og ikki minst, hvat kemur burturúr?

Vit fara at gera samrøðu við Anniku Y. Skaalum, ið hevur skrivað ritgerð um bindiklubbar og tískil fara vit at nørdast eitt sindur um áhugaverda fenomeni. Vit menn kenna ikki nakað til hesar bindiklubbar og vit menn munnu mangan hugsa hvat egentliga hendur í einum bindiklubba. Skuffurnar heima fyllast í hvørtfall ikki av troyggjum, hosum ella húgvum – tað er vist.

Seinnu árini eru bindiklubbar eisini farnir av landinum, nú vælferðin er so høg á Føroya landi. Vit frætta nokk frá onkrum slíkum upplivingum í stóra tunnilsblaðnum komandi viku.

Tað sita bert menn á redaktiónini í Norðlýsinum og hetta gevur blindar vinklar, m.a. kvinnuvinkulin. Vit hava snøgt sagt verið ov vánaligir at skriva um kvinnurelateraði evnir, men tað skal nú broytast. Bindiklubburin er fantastiskt høvi at bróta upp úr nýggjum og vónandi fara vit at halda á við tí.

Tað verður spennandi at síggja allar bindiklubbakvinnurnar í Klaksvík leygardagin 29. September. Vit fara at hita upp og gleða okkum at taka ímóti øllum kvinnunum.

 

Les meira um kappingina her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja