Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugavert kvøld í Haldórsvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.09.2018 - 10:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í hesu vikuni, ella frá 13. til 22. september, skipar Sunda Kommuna fyri mentanardøgum í kommununi.

Í gjárkvøldið var skipað fyri fyrilestrum í avhaldshúsunum í Vík, har Eilif Samuelsen og Hans Andrias Sólvará løgdu fram um Andras Samuelsen, fyrsta løgmann eftir at heimastýrislógvin var komin í gildið í 1948.

Eilif Samuelsen er abbasonur Andras Samuelsen, sála, og hann greiddi okkum frá um hvussu hann kendi abba sín. Hóast Andras var føddur her í Haldórsvík, so setti hann búgv í Fuglafirði eftir at hann var blivin sýslumaður har. Eilif eigur barnaheimið hjá abba sínum í Vík. Eftir fyrilesturin fingu vit høvi at vitjað inn á gólvið í gomlu húsunum.

Hans Andrias hugleiddi sum vera man um politiska lívið hjá Andrasi. Fyrilesturin var sera viðkomandi og forvitnisligur og ikki minst fingu vit nógv at vita um tíðina upp til og kring um 1948 tá heimastýrislógin varð til.

Serliga áhugavert og spennandi var at hoyra frágreiðing, sum Hans Andrias Sólvará so meistarliga greiddi frá um leiklutin hjá Andrasi undir tilgongdini til Heimastýrislógina.

Jú, vit sambandsmenn fingu tað vit komu eftir frá tjóðveldismanninum Hans Andrias Sólvará, ið dugdi sera væl at halda seg til søgufrøðina.

Kvøldið var annars væl fyriskipað, har Helgi Abrahmsen fyrst legði fyri og bjóðaði vælkomin og gav síðani orðið til Eilif Samuelsen, ið fyrst legði sítt fram. Eftir hann kom so Hans Andrias Sølvará og til seinast takkaði Asbjørn Djúrhuus, formaður í Norðurstreymoyar Sambandsfelag fyri stóru luttøkuna og bjóðaði til kaffi á ovaru hædd í avhaldshúsinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu