Lýsing
Lýsing
Lýsing

Móti Bosnia-Herzegovina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.09.2018 - 23:38 Ítrottur Tíðindaskriv

Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í Georgia týsdagin. Føroyska liðið vann 3½-½ á Sierra Leone í fyrsta umfari. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Carl Eli Samuelsen telvaði javnt.

Bosnia-Herzegovina er styrkismett nummar 56 og Føroyar nummar 76 av teimum 185 liðunum í almennu røðini. Tað var annars nettupp móti Bosnia-Herzegovina, at Føroyar fingu sítt glæsiligasta úrslit á seinastu talvolympiaduni í Aserbadsjan. Tá var úrslitið óvæntað 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og John Rødgaard telvaði javnt ta ferðina.

Bosnia-Herzegovina hevur at kalla somu manning sum fyri tveimum árum síðani. Ivaleyst vilja teir nú løna okkum snópisliga ósigurin aftur. Bosnia-Herzegovina er viknað sum talvtjóð, tí í løtuni eru teir langt frá góðu úrslitunum, ið teir høvdu fyrrapartin í 90-unum, tá borgarakríggj annars herjaði í Balkan-landinum. Í 1994 endaði Bosnia-Herzegovina nummar tvey á talvolympiaduni í Moskva. Oddamenn á liðnum tey árini vóru stórmeistarnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov, sum knýttu sterk bond til Føroyar í 1992, tá ið teir komu higar at vera fyri summarið eftir at borgarakríggið í heimlandinum av álvara var brostið á. Hvørgin teirra er longur partur av bosniska landsliðnum.

Ikki er greitt, hvussu liðini verða mannað í morgin, men Føroyar stilla væntandi upp við hesari manning: Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…