Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Norðlýsinum á Eplafestival leygardagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.09.2018 - 17:22 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Komandi Leygardag, 29.september verður skipað fyri Eplafestivali á Sandi. Eplafestivalurin hevur nú nøkur ár á baki og hóast eplini eru nevnd i heitinum á festivalinum, so snýr festivalurin seg snøgt sagt um grønmeti.

Tað er VELTAN á Sandi, ið stendur fyri tiltakinum, og á festivalinum fara tey at vísa fram og selja gularrøtur, glaskál, purrur, spískál, salat, reyðrøtur, rabarbur, kálrabirøtur og annað mangt. Veltan ger javnt og samt royndir við nýggjum sløgum.

Øll, ið hava áhuga í at dyrka grønt til egna nýtslu, kunnu fáa gott av eini vitjan á Sandi nú skipað verður fyri Eplafestiválinum.

Í hesum sambandi skipar Norðlýsið fyri einum túri til Sands.

Fari verður við bussi av Klaksvík klokkan 9.30 leygarmorgunin á Gomlurætt, Síðani fara vit umborð á Teistan til Skopunar, har annar bussur tekur ímóti okkum. Hagani verður farið sightseeing túrur í oynni við ferðaleiðara. Fari verður til Skálavíkar, har vit fáa lætt ábit, síðani til Sands, har vit vitja Eplafestiválin og ganga runt í bygdini.

Klokkan 17.30 fara vit aftur við Bussi til Skopunar har Teistin tekur ímóti okkum og siglir okkum til Gomlurætt. Á Gomlurætt bíðar bussu eftir okkum og koyrir okkum til Klaksvíkar.

Túrurin kostar 350,- krónur pr. persón. - Ongin serprísur fyri børn.

Við í prísinum er :

Ferðaleiðari og frásøgumaður í bussinum á Sandi.

Bussferð  av Klaksvík til Gomlurætt og aftur til Klaksvíkar

Sightseeing  við bussi á Sandi.

Bussferð av Skopun til Sands og aftur til Skopunar.

Lætt ábit í Skálavík (Annars er gott høvi at keypa sær eitthvørt afturat á Eplafestiválinum, har eisini smakkiroyndir verða givnar.)

Ikki við í prísinum:

Ferðaseðilin við Teistanum.

Fólk melda til Túrin við at flyta 350,00 krónur á konto hjá Norðlýsinum í Norðoya Sparikassa 9865 3097646 - Minnist endiliga til at viðmerkja navn á flytingina. - Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 27. kl. 16.00 - Túrurin verður bert gjørdur um nóg nógv tekna seg.

Vit gera vart við, at nøgdin av luttakarum er avmarkað. - Lesið annars meira í Norðlýsinum, ið kemur í hvørt hús í morgin mikudagin.

Norðlýsið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…