Lýsing
Lýsing

Fámjinstunnilin borast nú

SKRIVAÐ:  Suðuroyar Sambandsfelag  |  01.10.2018 - 16:49 Politikkur Tíðindaskriv

Suðuroyar Sambandsfelag heldur, at tað er nógv, sum talar fyri, at tunnilin til Fámjins verður boraður nú og ikki um 2-3 ár ella ongantíð. Farleiðin millum Øravík og Fámjin er so mikið trupul um veturin, at tað nógvar dagar ikki er koyrandi ella hættisligt at koyra. Slíkar flutningsumstøður saman við fólkaminking í bygdini, leggur bara stein oman á byrðuna. Politiski myndugleikin má síggja henda veruleika í eyguni og raðfesta hareftir - bora Fámjinstunnilin nú

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum Henrik Old hevur í longri tíð fyrireikað júst hesa verkætlanina og mannað eitt tunnilstoymið, sum er klárt at fara til verka.

Landsstýrsmaðurin hevur roynt sítt, men løgmaður hevur tíverri valt at niðurraðfesta Suðuroynna og hesa verkætlanina.

Suðuroyar Sambandsfelag fer tí at heita á okkara fólk í Løgtinginum um at bakka ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í Samferðslumálum upp og taka saman hendur tvørturum politisk mørk og fáa málið avgreitt.

Spell, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið ikki kunnu semjast, hóast lyftini uppundir val til hendan tunnil ganga heilt aftur til 1960'ini.

Vónandi verður tað breið politisk undirtøka fyri lógaruppskotinum um gerð av Fámjinstunlinum, sum nú kemur í Løgtingið.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…