Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd tikin tá 2. viðgerð av uppskotinum viðvíkjandi Tunlum norður um Fjall var viðgjørd tann 21. apríl í ár. | Mynd: Erland Sivertsen

Fíggjarlógin: Norðoyggjar einans á inntøkusíðuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2018 - 09:30 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Sambært figgjarlógaruppskotinum skal vinnulívið í m.a. Norðoyggjum gjalda munandi meira inn í Landskassan. Samstundis stendur almenna virksemið í Norðoyggjum annaðhvørt í stað, verður skert ella verður tikið heilt burtur.

Vit hava hugt ígjøgnum fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni, ið skal undir luppin í morgun. Tað eru nógvar kontur og nógv tøl, so torført kann verða at síggja ígjøgnum alt, men at síggja til er fíggjarlógin lítið hugaligur lesnaður fyri Norðoyggjar.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús

Seinastu fíggjarlóg stóðu 15 mió. kr. avsettar yvir 2018 og 2019 til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hóast hetta hevur verið partur av eini avtalu millum Jógvan Skorheim, formann í Sjálvstýri og samgonguna, so hevur samgongan valt at strikað allar pengarnar í fíggjarlógaruppskotinum, sum skal til viðgerðar í morgun.

Gleðiligt er, at 3,5 mió. verða játtaðar til endurvenjing, og at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús hóast alt hækkar nakað vegna lønarhækkingar.

Tunlar Norður um Fjall eru útsettir til eitt komandi Landsstýri og fáa tí onki. Merkisvert er tó, at ein viðfáningur, 2 milliónir, er játtaður til at gera kanningar fyri, hóast málið er liðugt forprojekterað. Hugsast kann tí, at linjuføringin møguliga verður broytt, men hetta er bert eitt git. Tað er ikki gjøgnumskygt, hvar tær báðar milliónirnar fara.

Framskygdu ætlanirnar í Klaksvík, Undirsjóvarsavnið og Rocksavnið, fáa heldur onki. Ein lakonisk viðmerking, “Í 2019 er eingin játtan til endamálið”, stendur undir báðum verkætlanunum í fíggjarlógaruppskotinum. Hesar fingu annars ávikavist 200.000 og 100.000 í inniverandi fíggjarári.

 

Skúlarnir fáa tað sama ella minni

Stórt trot er á handverkarum í Føroyum, og til tað er Tekniski Skúli ein stórleverandørur. Men í fíggjarlógaruppskotinum verður staðfest, at “Partar av útgerðini í Tekniska skúla í Klaksvík er gomul, og er tørvur á at endurnýggja ein part av henni fyri at varðveita dygdargóða útbúgvingartilboðið á skúlanum.”, men so kemur sama viðmerking sum til rocksavnið og undirsjóvarsavnið: “Í 2019 er eingin játtan til endamálið.”

Á Tekniska Skúla og Klaksvíkar HF-Skeiði er líkt til, at peningur einans er til kravdu lønarhækkingarnar, og hjá Sjónámi minkar játtanin enntá við 10.000 krónum. Játtanin til Sjómansskúlan minkar við 90.000, meðan tann til trygdarmiðstøðina hækkar við 80.000, svarandi til netto minus 10.000 kr. til Sjónám.*

*) tølini eru frá postinum “Nettoútreiðsla” undir pkt. 22 og 23 á s. 150 í fíggjarlógaruppskotinum.

Í fíggjarlógini fyri 2018 stendur, at 4 milliónir verða játtaðar til Húsarhaldsskúlan í 2019. Hetta er nú skert við næstan 40 (!) prosentum, og ætlanin sambært fíggjarlógaruppskotinum er nú einans at játta 2,5 milliónir. Eins og við tunlum Norður um Fjall er tí líkt til, at nýggjur húsarhaldsskúli eisini verður útsettur til eina komandi samgongu at gera og fíggja.

 

Eisini uttanfyri fíggjarlógina

Atgerðarloysið hjá Landsstýrinum sæst eisini uttanfyri fíggjarlógina. Bummgjaldið í Norðoyartunlinum heldur fram, hóast lánini í tunlinum eru um at verða útgoldin heilt. Onki sæst í fíggjarlógaruppskotinum um nakra ætlan um at taka raksturin av undirsjóvartunlunum inn á fíggjarlógina, tá lánini verða goldin, sum annars var avtalan.  

Í løtuni liggur eitt uppskot í Løgtinginum um at lata Norðoyatunnilin fíggja tunlar Norður um Fjall, fyri á tann hátt at kunna byrja fyrr. Men eisini her, og hóast tað ikki fer at tyngja fíggjarlógina, leggja Landsstýrið og samgongan seg at forða fyri, at tað verður gjørt.

 

Fiskivinnan rinda munandi meira inn

Á inntøkusíðuni verður kalkulerað við ovurhonds stórum inntøkum frá fiskivinnuni. Posturin “Avgjald á fiskatilfeingi”, ið var 292 milliónir í 2018, er komandi ár settur at verða heilar 355 milliónir. Hetta hóast útflutningurin er sterkt minkaður, ICES mælir til stóran niðurskurð, og vinnan sum heild eisini repar seglini, selur skip og sigur heilar manningar úr starvi. Hvussu Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, at vinnan fer at kunna gjalda 63 milliónir meira, framgongur ikki av uppskotinum.

Tað er ongin loyna, at ein týðandi partur av fiskivinnuni er í Norðoyggjum, og at síggja til er ætlanin hjá Landsstýrinum, at munandi meira skal krevjast inn frá vinnuni og úr Norðoyggjum, meðan bert molar koma hin vegin. Játtanir, ið fella niður í Norðoyggjum, strekkja í besta føri til kravdar lønarhækkingar. Í fleiri førum verða tær tó minkaðar ella strikaðar heilt.

Verður fíggjarlógaruppskotið samtykt í verandi líki, sleppa Norðoyggjar einans at figurera á inntøkusíðuni hjá Landskassanum. Hetta hóast tað er sjón fyri søgn at inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru stórliga ávirkaðar av fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni. Tað er margháttligt, at norðoyatingfólkini bæði í samgonguni skulu hava fingið so lítið burturúr teirra loyaliteti mótvegis samgonguni - møguliga ein landsstýrissessur liggur og bíðar í havsbrúnni. Fyri tey stendur nógv arbeiði fyri framman, vilja tey vinna álitið hjá veljarum í Norðoyggjum aftur, nú seinasta fíggjarlógin í hesum valskeiðnum er til viðgerðar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…