Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bragd nærum niðursigldur á Norðhavinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.10.2018 - 17:00 Tíðindi Vinna

Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at tað var um reppi, at teir ikki vóru niðursigldir av grønlendska trolaranum Tuneq norðanfyri í dag.

Ímeðan vit liggja og fiska norðanfyri, síggið eg ein trolara ella nótaskip koma út úr Djúpunum. Skipið hevði beina kós á okkum, men eg væntaði sjálvandi at skipið fór at halda av áðrenn tað kom so langt at nakar vandi var á ferð.

Tá skipið er komið nærri, síggi eg at tað er ein grønlendskur trolari. Trolarin nærskast okkum helst við eini 12 míla ferð, og eg síggi at har hendir einki, trolarin heldur kósina beint á okkum.

Eina løtu visti eg ikki hvat eg skuldi gera, um eg skuldi sigla fram ella ikki, tí fór hesin at broyta kós í síðstu løtu, so visti eg ikki hvønn veg hann fór.

Men tað nærkaðist skjótt og eg gjørdi av at leypa frá inn í stýrhúsið og koyrdi fulla ferð á maskinina. Grønlendski trolarin streyk framvið, bert longdina av Bragd aftanfyri okkum. Eg sá ongan mann á brúnni, og ein av manningini hjá okkum leyp aftur at hyggja tá trolarin streyk fram við okkum, heldur ikki hann sá nakað menniskja ábrúnni. Tá trolarin var farin framvið rópti eg á hann í Whf inum, men har kom onki svar.

Eg eri sannførdur um, at ongin maður var á brúnni yvirhøvur, tí var nakar har, so ivist eg onga løtu í at onkur teirra hevði hugt út tá vit fóru strúkandi aftur við borðinum hjá honum.

Eg eri bara glaður um, segði ein ovfarin og kløkkur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, at tað ikki var hitt borðið, ið vendið til, tað er uppbygt, so tá hevði eg als ikki sæð trolaran og so bóru vit valla boð í bý.

Eg ringdi umborð á Brimil og boðaði frá, men teir hildu ikki at teir kundu gera nakað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…