Lýsing
Lýsing
MEGD og limafeløgini samd um at byggja
Í vár var full semja millum MEGD, avvarðandi limafeløg og Almannamálaráðið um, at byggjast skuldi Sambýli til fólk við menningartarni á Mýruni í Hoyvík og Depil til børn og ung við autismu á Argjum. Vit vóru eisini saman og valdu best egnaðu grundstykkini til endamálið og hildu, at nú fóru hesar verkætlanir skjótt at gerast veruleiki.
Tó sæst hetta ikki aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Her er játtanin munandi lægri enn væntað. Peningur er settur av til aðrar verkætlanir, sum kann gera, at bústaðir til fólk við avbjóðingum møguliga verða útsettir í fleiri ár.
Hvat hugsar landsstýriskvinnan í almannamálum at gera við hetta? Tí orsakað av hesum kann hugsast, at verkætlaninar draga út.
Seinastu tíðindini