Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentanarnáttina á Tvøroyri
Nú eru nakrar vikur lidnar, síðan sera væl umtókta sendingin ”Hoydalar” gekk sína sigursgongd í Kringvarpinum. Ungu tónleikaspírarnir, í sera væl framleiddu sendingini, tóku so at siga alt landið á bóli, við sínum framúrskarandi evnum at tulka gamlar landaplágur.
Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at tað er eydnast okkum at fáa Onnu Lovisu Mýri, Bjarka Virgarsson Trondesen og Sophiliu Wraae Mukisa at koma suður til Mentanarnáttina á Tvøroyri, hin 29. mai. Tey koma at framføra nøkur av løgum teirra, á stóra pallinum í miðbýnum.
Við sínum frálíku røddum og evnum at upptraðka, verður tað ein minnilig løta á pallinum og vit gleða okkum til at sleppa at hoyra og síggja tey.
Júst nær hetta verður á pallinum, verður kunngjørt tá skráin er fullfíggjað.