Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 11 ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.05.2026 - 21:18 Ítrottur Tíðindi

Um KÍ ikki vinnur móti oddaliðnum á útivølli leygardagin, so er taå vánaligasta byrjan hjá KÍ í stigum í minst 10 ár.

Síðsti dystur hjá KÍ í fyrsta triðingi verður leygardagin kl. 17.00 móti oddaliðnum B36 í Gundadali. Við einum sigri fer KÍ framum B36 og fær tá 19 stig fyri fyrsta triðing. Tá skulu vit aftur til 2018 at finna so lágt stigatal hjá KÍ. Og spælir KÍ javnt ella tapur, so skulu vit aftur til 2017 ella 2016 ella 2015 fyri at finna so lágt stigatal.

KÍ hevur skorað 16 mál fyrstu átta umførini og av teimum eru 11 skorað í tveimum dystum móti 07 Vestur og B68. Um KÍ ikki skorar minst trý mál, so skulu vit aftur til 2016 ella 2015 fyri at finna seinast, har KÍ skoraði so fá mál. Fýra mál eru farin ígjøgn um hjá KÍ og tey hagtølini eru góð og har skulu vit bara aftur til 2024 fyri at finna eitt verri ár.

 


Stig hjá KÍ fyrsta triðing undanfarnu ár:

2026: 16 (mangla ein dyst)

2025: 27

2024: 21

2023: 27

2022: 27

2021: 25

2020: 20

2019: 23

2018: 19

2017: 19

2016: 17

2015: 11

 


Skorað mál:

2026: 16 (manglar ein dystur)

2025: 32

2024: 19

2023: 25

2022: 27

2021: 31

2020: 26

2019: 25

2018: 16

2017: 14

 


Latið mál inn:

2026: 4

2025: 4

2024: 7

 


Kelda: FaroeSoccer

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár