Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kafka í Filmsfelagnum

SKRIVAÐ: Filmsfelagið  |  07.05.2026 - 07:34 Tíðindi

"Franz" er nýggjur søguligur stórfilmur, sum pólska og Oscartilnevnda Agnieszka Holland hevur gjørt um víðagitna rithøvundin Franz Kafka (1883-1924).

 

Filmurin lýsir gátuføra lívið hjá Kafka, frá ungdómsárunum í Prag til hann doyr í 1924. Í staðin fyri at vera ein vanlig ævisøgulig lýsing, er filmurin "Franz" settur upp í kaleidoskopiskum brotamyndum úr dreymum, brøvum, brotum úr hansara tekstum og søguligum hendingum.

Vit uppliva, hvussu Kafka fatar kravmikla pápan, hvussu hann keðir seg til arbeiðis í einum tryggingarfelag og hvussu hann heldur vil sleppa at skriva og greiða frá um tær innanstu kenslur. Til endans fáa vit ikki eitt liðugt og eintýðugt svar, men í størri mun eina lýsing av rithøvundinum, sum aldri fann rætta plássið, men heldur gav okkum ein algildan spegil at skoða longsul, angist og skapan í.

Skipanin í filminum og visuelli stílurin er skaldaborin og eksperimenterandi. Blandað verður við surrealistiskum brotum, ímyndum og løtum, sum seta sær fyri at lýsa innara menniskjað Kafka, við denti á angist og skapanarevni.

Agnieszka Holland (f. 1948) er ein av stóru evropeisku leikstjórunum. Hon er fødd í Warszawa og útbúgvin á kenda filmskúlanum FAMU í Prag. Hon kom fram í sonevndu moralistisku filmsbylgjuni í Pólandi í sjeyti- og áttatiárunum, har hon viðgjørdi etiskar tvístøður, sárbæru menniskjuna og at vera undir politiskum trýsti.

Við filminum "Franz" heldur hon fram við at lýsa samansettu og marginaliseraðu menniskjuna, og evropeisku mentanarfatanina, ið hon lýsir á poetiskan, realistiskan og intellektuellan hátt.

Vísir tú atgongumerkið frá Filmsfelagnum, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt í Paname á Vaglinum.

Filmsfelagið 13/5 kl 20:00 Franz (Agnieszka Holland, Kekkia Póland 2025 128 min)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár