Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrsta afturrullingin av politikkinum hjá teimum undanfarnu sær út til at vera veruleiki. Dennis Holm (t.v.) vildi avtaka rullandi veiðiloyvi, Bárður á Steig Nielsen innførir tey aftur. | Mynd: Samansett

Veiðiloyvini verða bæði rullað aftur og gjørd rullandi aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2026 - 11:52 Politikkur Tíðindi

Núverandi fiskiflotin hevur einans veiðiloyvi í 7 ár og 7 mánaðir afturat, tí undanfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, steðgaði í 2023 skipanini við rullandi loyvum í fiskivinnuni, soleiðis at tey núverandi loyvini fara úr gildi tann 1. januar 2034. Tað verður nú broytt.

Nýggja samgongan er samd um at leingja veiðiloyvini til 10 ár, og at tey aftur skulu endurnýggjast á hvørjum ári.

Bárður á Steig Nielsen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at leingja fiskiloyvini til 1. januar 2037, og somuleiðis stendur, at landsstýrisfólkið skal leggja uppskot fyri Løgtingið um at leingja gildistíðina á loyvunum eitt ár einaferð um árið.

Undir seinastu samgongu, tá Tjóðveldi umsat fiskivinnumál, vórðu loyvini ikki longur endurnýggjað á hvørjum ári, og tískil gjørdist gildistíðin styttri ár fyri ár.

Verður uppskotið hjá fiskimálaráðharranum samtykt, vita aktørarnir í fiskivinnuni, at teir hava loyvi fram til í minsta lagi 1. januar 2037.

Eisini inniheldur nýggja uppskotið nýggjar ásetingar um útblaking, frágreiðing fyri Løgtinginum, avhending og heimildir at banna skipum undir fremmandum fløggum um at umskipa í føroyskum havnum og føroyskum sjógvi.

Alt uppskotið kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11511

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…