Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan rinda 63 milliónir meira

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2018 - 13:22 Leiðarin Tíðindi Vinna

Landsstýrið hevur inntøkuført 355 milliónir í tilfeingisgjøldum á fíggjarlógini 2019. Hetta hóast ICES hevur boða frá sera stórum niðurskurðum á pelagisku stovnarnar næsta ár. Hetta er ótrúligt og óskiljandi! Í einum valári er nokk best at lata væl standa til, so at veljarakanningar ikki fara at ganga skeivan vegin.

Loksins er uppskot fyri veiðigjald enn einaferð lagt fyri Løgtingið. Veiðigjaldið kom eisini fyri tingið í november í 2017, og fekk tá drúgva og gjølliga viðgerð. Málið kom tó ongantíð úr nevnd, og tey flestu mettu, at orsøkin var, at kom tað fyri í Løgtinginum, so fall tað. Eftir at hava verið viðgjørt í nevnd í knapt ½ ár fall tað sostatt burtur flaggdagin í ár. Nú verður so gjørd enn ein roynd.

Verður hugt at uppskotinum, so sæst, at tað er merkt av mongum rættiliga innviklaðum roknistykkjum. Í stuttum skulu veiðigjøldini fyri einstøku fiskasløgini finnast við at falda veiðigjaldið sum lutfall av miðal avreiðingarprísinum fyri einstøku fiskasløgini, við miðal avreiðingarprísin fyri einstøku fiskasløgini. Síðani skal tað talið faldast við partinum av heildarkvotuni, sum ikki fer á uppboð og afturat hesum skal prísurin frá uppboðnum faldað við partinum, sum fer á uppboð, leggjast afturat.

Men hetta kemur at svinga, tí fyribils veiðigjaldið verður gjørt upp soleiðis, at avreidda nøgdin verður faldað við veiðigjaldi sum prosentfaldað við miðal avreiðingarprísinum fyri tað fiskaslagið í tí mánaðinum, avreitt er, og tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum á hvørjum ári roknar veiðigjaldið sum lutfall av miðal avreiðingarprísinum, sum er galdandi fyri hvørt fiskaslag í hvørjum veiðibólki, og landsstýrismaðurin skal áseta veiðigjaldið í kunngerð sum lutfall av miðal avreiðingarprísinum galdandi fyri komandi fiskiár. Veiðigjaldið fyri makrel skal sostatt vera 1,88, fyri sild 1,20, fyri svartkjaft 0,15 og fyri lodnu 1,07, um 2015 verður brúkt sum dømi.

Sum skilst er ætlanin, at rættindahavarar skulu gjalda uppá forskot, og upphæddin síðani eftirregulerast. Í lógini stendur: “Tá fiskiárið er runnið, verður tað endaliga veiðigjaldið gjørt upp, sum er goldið fyribils, verður regulerað. [...] Er ov lítið goldið gjøgnum árið, verður rokning send rættindahavaranum. Somu treytir eru tá galdandi í mun til freistir o.a., sum tá fyribils veiðigjøld skulu rindast.”

Sum lesarin skilir, er neyðugt at hava tunguna mitt í munninum, tá metast skal um, hvussu nógv skal rindast í veiðigjaldi, og sjálvt tá tað er gjørt, skal tað regulerast seinni.

Tað tykist, sum um uppskotsstillarin longu frá byrjan væntar, at aktørarnir í fiskivinnuni fara at royna at skáka sær undan at gjalda fult veiðigjald, tí tær báðar greinirnar, sum hava drúgvastu viðmerkingarnar í lógaruppskotinum, eru greinirnar um revsiheimild og eftirlit. Beinleiðis verður skrivað, at:

Vandi er fyri, at rættindahavarar fara at royna at avreiða eitt fiskaslag sum eitt annað, fyri at sleppa undan avgjaldi ella sleppa við einum lægri avgjaldi.

Sambært seinastu greinini í lógaruppskotinum skal skipanin við veiðigjaldi koma í gildi longu 1. januar 2019, tað vil siga 3 mánaðir eftir, at uppskotið varð lagt fyri tingið.

Spurningurin er nú, um tað er realistiskt. Fyrra uppskotið lá í nevnd í meira enn 5 mánaðir, uttan at nakað álit varð skrivað. Hetta uppskotið tykist vera líka torskilt, men við at kaga í fíggjarlógina, sæst, at Landsstýrið roknar við at fáa 355 milliónir inn í tilfeingisgjøldum í 2019. Í ár var/er upphæddin 292 mió., so komandi ár skulu 62 milliónir meira rindast, ella yvir 21% meira, enn tilfeingisvinnan rindar í 2018. Hetta hóast at ICES hevur mælt til sera stóran niðurskurð á pelagisku stovnarnar komandi ár. Hetta er ótrúligt og óskiljandi!

Tað er líkt til, at Fiskimálaráðið ikki sjálvt reiðiliga trýr uppá, at hetta ber til, tí í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur beinleiðis, at “Uppskotið verður lagt fram av fíggjarlógartekniskum orsøkum fyri fíggjarlógina [...] Arbeitt verður framhaldandi við at fáa breiðari semju um uppskotið um veiðigjald. Úrslitið av hesum verður lagt fyri tingið og fer til hoyringar.”

Men hóast hetta roknar Fíggjarlógin altso við at fáa 63 milliónir meira inn frá tilfeingisvinnuni.

Í einum valári er nokk best at lata væl standa til, so at veljarakanningar ikki fara at ganga skeivan vegin. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja