Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úr greinasavninum: Byggi nýggja brennistøð í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.10.2018 - 09:17 Lesarabrøv Tíðindi

Í hesum døgum er nógv tos um útlát og um dálking av umhvørvinum, havinum, luftini, ozonlagnum o.s.v. Eisini verður nógv tosað um orku, orkusparing, sólorku, vatnorku, streym- og alduorku, vindorku, hitapumpur, sjóhita, bjálving o.so.fr., skrivar Andras Joensen úr Klaksvík tann 2. apríl 2008:

Eisini verður nógv tosað um orku, orkusparing, sólorku, vatnorku, streym- og alduorku, vindorku, hitapumpur, sjóhita, bjálving o.so.fr.

Men vit hava eitt ráevni (um so kann sigast), sum vit kunnu vunnið orku (hita) burturúr, um vilji er til tað, um tað er fíggjarliga forsvarligt og um lands- og lokalpolitikarar taka undir við tankanum.

Ráevnið, eg hugsi um, er ruskposin og annað burturkast, ið brennir.

Tí fari eg at skjóta upp, at ein brennistøð verður bygd t.d. uttanfyri bátahylin við Borðoyavík, og at hitin, sum har kann vinnast, verður leiddur heim eftir Eiðinum og víðari oman í miðbýin. Soleiðis kunnu allir teir stóru bygningarnir eftir Eiðinum hitast upp við okkara burturkasti.

Hvør skal byggja og reka brennistøðina?

Stutt um IRF er at siga, at tað er ein interkommunalur stovnur, og har er vit í Klaksvík við sum størsta limakommuna. Klaksvíkar Kommuna rindar í dag uml. 9 milliónir kr. árliga fyri innheintan av húsarhaldsruski, rottangatøming og móttøku av tí, sum kemur í bingjurnar á Bumshamri.

Vitandi um, at IRF hevur ilt við at klára at taka ímóti og brenna ta stóru nøgdina av burturkasti, sum í dag kemur á brennistøðina, kundi hendan brennistøðin hjálpt til við at tikið ímóti tí, sum kemur úr Norðoyggjum, samstundis sum vit kundu gagnnýtt hitan frá støðini. Tað er uml. 2 km frá bátahylinum og oman á Vánna, har grótkast er lagt út til ein komandi miðbý.

Allir hesar bygningar høvdu so kunnað verið upphitaðir frá hesi brennistøð.

Her er helst nógv olja at spara og útlátið av dálkandi evnum eitt vet minni.

Kort av lendinum og bygningum er viðlagt.

Bert nakrir tankar.

Klaksvík tann 2. apríl 2008
Andras Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja