Lýsing
Lýsing
Lýsing

Byggja bilverkstað í Gøtudali

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.10.2018 - 14:43 Ítrottur Myndarøð Tíðindi Vinna

Kjartan Joensen, ið flestu munnu kenna sum útróðrarmann og politikara, ringdi til Norðlýsið í dag og segði at Kanjon reisti nýggja bygningi hjá Spf. Autolakering í dag.

Smápartafelagið er ikki nýtt, tað byrjaði í leigaðum hølum í Gøtudali fyri umleið 6 árum síðani. Vit byrjaðu við tveimum monnum á verkstaðnum, og seinastu tvey árini hava 11 mans verið á verkstaðnum. Virkið hevur nógv at gera, men vit hava ikki umstøður í leigaðu hølunum til fleiri starvsfólk, men tað fara vit helst at hava í nýggju hølunum. Bilverkstaðurin eigur eisini leigubilar, sum viðskiftafólk fáa til láns, tá bilur teirra er til umvælingar.

Tó, innkomuvegurin á økið er ikki liðugtgjørdur enn, og heldur ikki eru ljósmastrar settar upp, men frá kommununi hava vit fingið at vita, at hetta skal vera liðugt undan jólum.

Sum eg skilji, sigur Kjartan, so verður hetta stóra økið helst deilt upp í 5 ella 6 matrikulnummur og fyri spurningar eru tik øll matrikkulini. Sum eg havi skilt, so er eitt felag í Klaksvík ímillum.

Eigararnir av Spf. Autolakering eru Kjartan Joensen, Katrin Kjartansdóttir og Suni Johannesen.

Nýggi bygningurin í Gøtudali er 640 fermetrar til víddar og gólvvíddin verður 800 fermetrar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…