Lýsing
Lýsing

Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstýrismaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2018 - 13:29 Politikkur Tíðindi

Javnaðarflokkurin skal hava nýggjan landsstýrismann fyri Henrik Old, sum legði frá sær. Gitt hevur verið um, at tað fór at vera ein í tingmanningini, men tað ber illa til. Kristin Michelsen og Bjarni Hammer vilja tað sama sum Henrik, t.v.s. Fámjinstunnil fyrst. Heðin Mortensen hevur sagt tað sama, og lagt uppskot fram um tað saman við Kristini Michelsen fyrr í ár.

Gerst ein av teimum trimum landsstýrismaður, fær løgmaður sama trupulleika, nevniliga ein landsstýrismann, sum sigur “Fámjin fyrst”. So tað er lítið sannlíkt.

So eru Jónleif Johannesen, Kristianna Winther Poulsen, Helena Dam á Neystabø og Djóni Nolsøe Joensen eftir í tingmanningini, og tey eru øll fýra varafólk. Trý av teimum koma úr Suðurstreymoy, og tað er ikki júst har, Javnaðarflokkurin hevur tørv á at styrkja seg. Havnin er ein væl vardur skansi hjá Javnaðarflokkinum.

Tað leiðir okkum so til Tummas Lervig. Samgongan hevur ein stóran trupulleika við sínum “image” í Norðoyggjum, fyrst og fremst tí at flokkurin hevur tikið undir við politikkinum hjá Tjóðveldi á sjúkrahúsøkinum og fiskivinnuøkinum. Báðir politikkirnir hava ikki verið Norðoyggjum til fyrimunar, og tí er ikki ósannlíkt, at Javnaðarflokkurin vil styrkja seg í Norðoyggjum við at lansera eitt óskrivað blað, sum ikki hevur verið við til atkvøtt felags sjúkrahúsleiðslu og fiskivinnunýskipan ígjøgnum. Tummas Lervig er harumframt slektaður av Skála og Javnaðarflokkurin tørvar umboðan í Eysturoynni. 

Tummas Lervig er væl dámdur í Norðoyggjum, og er valdur bæði í býráðið og til formann í KÍ, so um nakar kann bøta um umdømið hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum, er tað hann. Tí er Tummas Lervig eitt gott boð uppá ein komandi landsstýrismann í samferðslumálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…