Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.10.2018 - 16:18 Mentan Tíðindaskriv

Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. okt. 2018 – kl. 19.30.

Nólsoyar Páll er ein av Føroya fremstu synum. Hann var eitt flogvit, sum var óførur bæði sum skipari, bóndi og skipsbyggjari - og so smiðaði hann tey stásiligu húsini á Biskupsstøð!

Hann er ein af okkara bestu yrkjarum. Hann yrkti m. a. fuglakvæðið, har hann gav ljóð fyri tí, sum føroyingar bóru í barmi um yvirgangin, embætismenninir gjørdu landsmonnum okkara.

Hann var bóndi á Oyri og Norðuri í Vági, og fekk medalju fyri dugnskap í landbúnaði. Hann sigldi við skipi sínum Roynduni Fríu millum Føroyar og Keypmannahavn. Tá bretar tóku skip hansara sum herfong, fór hann til hægstu bretsku myndugleikarnar og fekk eitt annað skip at koma til Føroyar við korni, men tá gekk hann burtur, bert 42 ár.

Frá honum er komin ein stór slekt, og við hesi bók ber til at greina ættarsambandið við hendan undangongumann, Føroya fyrsta reiðara.

Talan um eina bæriliga bók við navnaskrá, so lætt er at finna fram til onnur í ættini.

Skrá fyri tiltakið, sum verður í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 24. okt. 2018 – kl. 19.30: 

Anfinn Kallsberg bjóðar luttakarunum vælkomnum.
Zakarias Wang greiðir frá um framleiðsluna av bókini
Archibald Black: Framløga í orðum og løgum um Nólsoyar Páll
Nólsoyar Páll fær orðið: Nøkur ørindi av verkum hansara verða kvøðin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…
Pinkubarna­screeningin verður víðkað frá…
Tøkk - Jóna Joensen
Útróðurin um vikuskifti
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International