Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis síggja tað út, tað sum var ein tropisk ódn. Ex-Oscar. Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna, og tað skulu vit bara vera fegin um, tí tað er norðara parturin av cýclónini, sum rakar Føroyar annaðkvøld | Mynd: www.dmi.dk

Vikuskiftisveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.11.2018 - 11:23 Tíðindi Veðrið

Restirnar av tropisku ódnini Oscar fer at seta sín dám á veðrið hetta vikuskiftið. Hon er í morgun stødd miðskeiðis ímillum Írland og Nýfunnland. Lufttrýstið í miðjuni er 958hPa, og tað fer at lækka eitt sindur meiri í dag, meðan tað nærkast okkara leiðum.

Í morgin fer tað at grynnast, og tá ið miðjan er komin heilt til okkara á middegi sunnudagin, er trýstið komið upp á 980 hPa.

Øll lágtrýst hava síni egnu eyðkenni – eisini hetta – mesti vindurin kring Ex-Oscar er útsynningsmegin miðjuna; minsti vindurin er norðan fyri miðjuna, og tað er tann parturin, sum rakar okkum seint í kvøld og í morgin. Tíbetur.

Vindurin í løtuni (klokkan 11) er 3 til 8 m/s úr útsynningi. Tað er skýggjað og sólglottar. Yvirhøvur er turt kring landið, men avfall onkrasteðs. Hitin er ímillum 4 – 6 stig.

Eftir døgurða fer ættin spakuliga at flyta seg niður ímóti suðuri, og vindferðin fer at veksa.

Klokkan 17 eru 8 til 13 m/s úr suðuri – skýggjað, sólglottar; yvirhøvur turt men onkrir ælingar

Klokkan 19 eru 10 til 15 m/s úr landsynningi-suðuri – samdrigið og regn kring mestsum alt landið

Klokkan 21 eru 13 til 18 m/s úr landsynningi-suðuri – samdrigið og regn

Klokkan 23 eru 15 til 20 m/s úr landsynningi-suðuri – samdrigið og regn

….og soleiðis er til klokkan umleið 4 í morginári.

Um 4 tíðina fer vindurin at minka niður í 13 til 18 m/s úr suðuri, tað regnar framvegis men ikki soo illa.

Klokkan 8 í morgin ári er minkað niður í 8 til 12 m/s saman við ælaveðri.

Soleiðis fer fyrraparturin í morgin at ganga. Eitt sindur út á seinnapartin fer vindurin aftur at veksa eitt sindur – upp í 10 til 15 m/s úr suðuri. Framvegis ælaveður.

Í annaðkvøld veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s úr landsynningi-suðuri, og tað fer at regna – og soleiðis er veðrið eftir øllum at døma líka til á middegi sunnudagin.

Tá fer miðjan á lágtrýstinum fram við Føroyum stutt vestanfyri.

Seinnapartin sunnudagin fer ættin aftur í útsynning ella vestan. Vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s, og ælaveður.

Gott vikuskifti

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…