Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skipanin við menningarkvotum søkkur í lógloysi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.11.2018 - 11:23 Politikkur Tíðindi

Tað er reint kaos umborða á skipum, á skrivstovum hjá reiðarum og virkjum, hjá eftirlitsmynduleikanum og á hægsta politiska stigið í samband við menningarkvoturnar í løtuni. Tey sum arbeiða “menningar-fiskin” kenna seg ikki álvilig við støðuna, sum tey kalla “Wild West”

Tað ljóðaði so gott tá landstýrismaðurin saman við akademiska kreminum í landinum deildi út kvotur til nýggjar og  vælgjørdar verkætlanir til økir í landinum, sum ikki høvdu fingið lut í nógv umtalaða uppisjóvar tilfeinginum.
Tann 15. august upplýsti Fiskimálaráðið, at Landsstýrismaðurin hevði givið 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild til nýggju aktørar. Latið var til verkætlanir í Norðstreymi, Vágunum, Norður Eysturoy, Suðuroy og Sandoy.


Fyrradagin upplýsti Vørn at í løtuni er 24.765 tons eftir at fiskað av makreli, 26.400 av Norðhavssild, 3.100 tons av heystgýtandisild og 78.431 tons av svartkjafti av samlaðu uppisjóvarkvotuni fyri 2018. Sum skilst er yvasamt um føroyski flotin megnar at fiskað tað sum eftir er, tí stórur partur má fiskast í ES sjógvi har føroyski flotin hevur avmarkaða atgongd.
 
Ruðuleiki við menningarkvotunum.
Prísurin á pelagiska tilfeinginum er í lagið í løtuni, men trupuleikin liggur í at folk halda at menningarkvoturnar hava eitt stórt virði í sær sjálvum og tað hava tær als ikki, sigur ein framleiðari vit tosaðu við.
Fyri at fáa fiskin upp úr sjónum og inn á virkið og síðani haggreiddan, er ein kost prísur. Tey effektivastu virkini megnað at keypad fiskin fyri tríggjar til tríggjar ein hálv krónur kilo. Ein av aktørunum, sum hevur fingið part av menningarkvotunum og sum skal framleiða fiskin í einari ávísari bygd, skal kanska hava fimm krónur og hálvfjers tá fiskurin ferð út gjøgnum hurðina á virkinum. Skipið skal hava tríggjar krónur og hálvtríðs oyru og tí gevur tað seg sjálvt at virkið, sum skal framleiða fiskin, framleiður við undirskoti. So er bara ein møguleiki eftir og tað er at koyra prísin, sum skipið fær niður á tvær krónur og hálvtríss, men so fær virkið Jan Højgaard & co. uppá nakkan.


Sum støðan er í løtuni er kostprísurin ov høgur hjá teimum, sum hava fingið kvotur frá landsstýrismanninum. Serliga álvarsom er støðan í sildini tí hon kostar tað sama sum makrelurin at fáa til høldar, men hon hevur nógv minni virði.
Norðlýsið kannaði støðuna hjá einum ávísum skipið, sum lá við bryggju og landaði í morgun.


Og greitt er at myndugleikarnir fylgdu sera væl við. Skipini siga myndugleikunum frá hvørjaferð tey skullu til fiskiskap og biðja Fiskimálaráðið um loyvi at fiska. Loyvi verður so givið til ávíst tonsatal av menningarkvotuni fyri hvønn túrin. Tá skipið so er liðugt at fiska skal tað boða frá klokkutíð nær landa verður og hvar. Tá so skipið kemur í havn standa eftirlitsfólk frá Vørn á bryggjuni og kannað veiðuna.


Veruleikin er at teir sum hava fingið sild og svartkjaft frá landstýrismanninum í menningarkvotu, arbeiða við undirskoti. Tí royna teir nú sum frægast at selja menningarkvotur til teir sum geva besta prísin meðan embætisfólk og fremstu politikarar í landinum standa sum ryssa yvir deyðum fyli.
 
Eingin viðmerking úr fiskimálaráðnum
Rógvi Reinert aðalstjóri, sigur við Norðlýsið at teir saman við Vørn fylgja gongdini og hann váttar eisini at onkur hevur biðið ráði um undantaksloyvi at landa menningarkvotur til annað enn kvotan var latin til.
Men hann hevði annars onga viðmerking uttan at teir fylgdu gongdini saman við Vørn. Stjórin á Vørn vísti til Fiskimálaráðið.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch