Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kannaðu sílastovnin í Gravará

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.11.2018 - 14:42 Myndarøð Tíðindi

Mánakvøldið fóru vit báðir Árni Zachariassen ein túr út í Grøv í myrkrinum við lummalykt. Endamálið við túrinum var at kanna eftir um sjósíl ella kanska alilaksur var í ánni. Tosað hevur verið so nógv um dálking í samband við aling og ikki minst um deyðan laks, ið sæst í áunum kring landið.

Nógv aling er í Norðoyggjum, so kanska fóru vit at síggja farvegin eftir hesum trupulleika, um vit gjørdu eina roynd niðan eftir ánni.

Sum altíð tá ein fer ein slíkan túr, so var ikki sørt av spenningi at vita, um vit fóru at møta onkrum forvitnisligum.

Vit byrjaðu niðri við sjóvarmálan. Hildu at kanska var okkurt í hylinum niðast við svimjihylin. Men har vísti seg ikki at vera nakað serligt lív.

So hvørt vit fluttu okkum niðaneftir, sóu vit nakað av smáum maðkapirrum. Uppi undir niðastu brúnni um ánna, sóu vit tvey hampulig síl, men ikki vóru tey meira enn einar 20 centimetrar. Komnir longur niðan sóu vit tvey síl, sum lógu um 30-35 centimetrar.

Í einum løki, ið rann í Gravará var eitt síl, ið mundi liggja um einar 40 centimetrar til støddar.

Nú var hetta ikki nøkur vísindalig kanning, bert tveir sera sílaáhugaðir amatørar, ið vildu kunna okkum sjálvar meira.

Niðurstøðan má vera, at har var onki at síggja til nakran laks og harafturat var tað kanska eitt sindur skuffandi at vit ikki sóu nakað stórt sjósíl, ið var komið niðan at gýta, men kanska er í og so langt útligið til tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt útoyggjaálit handað lands­stýrismann…
Tað er gott at vera í Stjørnuni
Páll Müller fekk debut
Fyrsta konsertin í etasjuni, Marius Zisk…
Bretska sendikvinnan vitjaði bretsku krí…
Kom og ver við!
Nýggja EB húsið reist
Sólvit vitjar Norðlýsið
Fyrsta pisan á Tøknibreyt­ini fingið húgv…
Børn úr Blákolluni vitja Norðlýsið
Palli: Vit fara til Finlands
Páll: Vit ætla at vinna móti B36
Jón: Samanlegging, men ikki nú
Pílagrímsguds­tænasta
Vita flokkar­nir hvat teir eru samdir um…
Julian tikið metið á 5000 metrum
Hví hava tíðindafund uttan tíðindi?
Somu steypafinalulið sum í 2016 og 2022
Holgar við nýggjum sangi
Fráfaringarløta fyri Birgir og Karl Mart…