Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráfaringarløta fyri Birgir og Karl Martin

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  17.06.2025 - 17:53 Tíðindi

Í dag var fráfaringarløta fyri Birgir Joensen, húsavørði og Karl Martin Samuelsen, námsfrøðingi.

 

Tað var ein fjølbroytt og góð skrá til fráfaringarløtuna, nú teir báðir fara frá fyri aldur. Birgir Joensen hevur arbeitt sum húsavørður á Skúlatrøð í 22 ár, og Karl Martin Samuelsen hevur arbeitt sum námsfrøðingur í skúlanum í 15 ár.

Tað vóru fleiri røður til teir báðar, har tøkkir vóru bornar fram fyri tað, sum teir hava verið fyri skúlan á so nógvum økjum. Báðir hava teir verið góðir við og góðir fyri skúlan.

Skúlastjórin Jónleif Johannesen, skúlastýrisforkvinnan Lena í Buð og umboð fyri Klaksvíkar kommunu, John Færø, hildu røður. Eisini bar dóttir Birgir, Heidi Kjærbo, eina røðu til pápa sín.

Gestarøðari var Rannvá Joensen, fyrrverandi varðaskúlastjóri, sum við sínum serliga framburði altíð er stuttlig og áhugaverd at lurta eftir. Trý tónleikainnsløg vóru eisini, eitt við góðum hornblástri, eitt lag við Sólblómunum og eitt stuttligt innslag, sum á ein hátt vísti gerandisdagin á Skúlatrøð.

Áðrenn øll vóru boðin til høgt belagt smyrjibreyð, nýttu Birgir og Karl Martin høvi at takka fyri seg. Birgir við góðum orðum og Karl Martin við góðum sangi.

Vit á Skúlatrøð vilja av hjarta takka tykkum báðum fyri tað, sum tit hava avrikað og lagt eftir tykkum á Skúlatrøð og ynskja tykkum blíðan byr og Harrans signing framyvir.

Fleiri myndir her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum