Lýsing
Lýsing
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Fólkaflokkurin fær løgmann og tvey landsstýrisfólk, Sambandsflokkurin fær tvey landsstýrisfólk og løgtingsformannin, Javnaðarflokkurin fær tvey landsstýrisfólk
Norðlýsið skilir, at teir tríggir ABC flokkarnir hava asfalterað ímeðan teir hava arbeitt upp á vegin. Samgonguskjalið er komið væl áleiðis, somikið væl áleiðis, at eitt útkast væl kann verða klárt leygarkvøldi.
Av tí at talan er um tríggjar av teimum stóru flokkunum, so verður talið av aðalráðum sjey - løgmann og so seks landsstýrisfólk.
Fólkaflokkurin er størsti flokkur og fær løgmann og tvey landsstýrisfólk. Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur og fær tvey landsstýrifólk og løgtingsformanssessin. Javnaðarflokkurin er minsti flokkur og fær tvey landsstýrisfólk.
Seinastu tíðindini