- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðurin í Føroyum
segði Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu millum annað í røðu sínari tá nýggi Fagraberg kom á Fuglafjørð í dag. Vit prenta røðu hansara niðanfyri
Góðan dag øll ið møtt eru upp í dag til móttøkuna av Fagraberg.
Fyrst av øllum fari eg at ynskja Framherja, skipara og manning hjartaliga til lukku við nýggja Fagraberg og vælkomnir heim til heimstaðin Fuglafjørð.
Tað er enn einaferð við stoltleika, at eg sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, standi her í dag og fáið høvi at siga nøkur orð, nú nýggi Fagraberg er komin.
At vera borgarstjóri í einari kommunu, sum hevur eitt so stórt og ríkt vinnulív, sum Fuglafjørður, er ein fram í hjá rættur, sum eg eri sera sera takk samur fyri.
Sum flest øllum kunnugt er Fuglafjørður fiskivinnu høvðusstaðurin í Føroyum, tá tað kemur til landaði tons yvir kajkant.
Tað er nokk fá støð í norðanlondum, har fleiri tons rávøru árliga koma uppá land, enn í Fuglafirði.
Fuglafjørður kom rættuliga á Føroyakorti, tá Føroyska samfelagið, í 1800 talinum, flutti seg frá bónda- til fiskivinnusamfelag.
Fleiri persónar, við áhuga í fiskivinnu, fluttu til bygdina seinast í 1800 talinum og fyrst í 1900 talinum.
Eg kann nevna S.P. Petersen í 1887 og Haraldsen í 1914.
Hesir eru í dag nokk teir kendastu. Men tað vóru fleiri aðrir í eisini komu til Fuglafjarðar í 1900 talinum, at dríva handil og fiskivinnu, við virkið á landi og við egnum skipum, sum landaðu til virki teirra.
Hettar virksemi hjá øllum teimun, í okkum eru undanfarin, hevur givið gróðrar botn til okkum, sum í dag liva og virka í Fuglafirði og á Føroya landi.
Fram til 1966, var tað mest toskurin í gav arbeiði til bygdafólki, nakað av silda arbeiði var eisini.
Men aftaná, at Havsbrún tók í móti fyrstu lastini tann 30 juni í 1966 byrjaði lýsi og mjøl framleiðslan meira og meira at mynda bygdamyndina, har uppisjóarvinna og framleiðslan saman við aðrari vinnu blíva ein av teimun trimun grundsúlunum undir Fuglafirði
Grundsúlurnar sum eru Vinnan, Vitan og Mentan
Eitt felag, sum er ein stórur viðspælari til sterku ”Vinnu” grundsúluna, er virksemi hjá Framherja og skipum teirra.
Sum vit nokk flest øll vita kemur Annfinn úr eini skipara og reiðara familju og hevur roynt sjólívi
Elisabeth kemur úr eini familju har Havsbrún og seinri Føroya Fiskamarknaður myndaði daglig dagin og sjálv hevur hon veri fyristøðufólk á H&F flakavirki sum var í bygdini fram til fyrst í 1990 árini.
Hesin uppvøkstur hevur nokk birt neistan til tað, tey hava bygt upp fram til dagin í dag.
Børnini eru nú byrjaði at yvirtaka virksemi og bera stafettina víðari.
Eg havi ikki grønar fingrar, men mær er sagt, at tá ein plantar eitt træ, skal ein vera tolin, tí træi festur fyrst røtur niður eftir, áðrenn tað byrjar at vaksa seg uppeftir.
Hettar kann gott yvirførast til virksemi hjá Framherja.
Fyrsta skipi tey keyptu var Akraberg í 1994
Tá gróðursettu tey træi, sum nú hevur fest røtur og vaksi seg sterkt og stórt við nógvum greinum.
Tann seinasta greinin á stammuni er nýggi Fagraberg, eitt stásiligt uppisjóarskip.
Í dag eigur felagið 7 framkomin skip og 2 nýggj eru ávegis. Frysti trolarin Lerkur og avloysari fyri líniskipi Stapan.
Felagið eigur eisini í nógvum virksemi á landi, millum annað í Fuglafirði eigur felagið í Bergfrost, Pelagos og Ennibryggjuni
Ein kann ikki annað siga ”Væl var gróður sett” træi ber nú fruktirnar
Tá Framherji sá dagsins ljós var tað ikki í teimun ljósu vinnu døgum, tá pílar peika upp eftir. Eg vildi heldur sagt, at pílarnir tá peikaðu niður eftir.
Tá gekk illa at mannað skipini og uppisjóa skipini var einki undantak.
Men tey bæði sóðu ljósi fyri endan av tunnlinum, tað ljós í vit onnur ikki sóðu.
Framherji kom inn í uppisjóarvinnuna í 1998.
Í 2006 keypti Framherji Krúnborg sum fekk navni Fagraberg, sum í dag blívur avloystur av nýggja Fagraberg.
Hettar er ikki nakað sum kemur av sær sjálvum, men krevur at vit á Føroya landi hava framsíggin fólk, sum alla tíðina vilja flyta seg framá leið, og ikki lena seg aftur á, hóast alt gongur væl.
Tey vilja byggja land.
Tey líta frameftir brynja seg til at taka ímóti tí ókendu framtíð, sum eingin kann forút siga, men vóna at framtíðin kemur at geva tað, ið maga fornemmilsi er.
Gamli Fagraberg, sum í dag fær sín avloysara, var ein sera sera stórur viðspælari, øll árini skipið tænti felagnum.
Tað hevur altíð veri spennandi at fylgt við gongdini hjá skipa bólkum og hvussi einstøk skip hava staði seg í kappingini, til at vera við har, ið tað er stuttligt at vera.
Í hesi kapping hava skipini hjá Framherja ikki smæst burtur í millum og har hevur Gamli Fagraberg staði seg sera væl øll árini og vunni 1 plássi fleiri ferðir, tá tað kemur til mongd ella virði.
Tað er eisini við stoltleika, tá eg hoyri persónar, við røttum ryggi siga, at teir sigla við einum av skipunum hjá Framherja.
Eg vil vegna kommununa rósa og takka reiðarínum fyri, at tað hugsar um okkara borgara, serliga okkara ungu, og gevur teimun møguleikan, at velja sjógvin sum livibreyð
Sum kommuna, eru vit við spælara í einum parti av virkseminum á landi.
Har muga vit, til tíðir, kýta okkum fyri at fylgja við, til at skapa góðar karmar og umstøður.
Eg má ásannað, at oftani er ringt at fylgja við, ja ein følur sum ein rennur aftaná, ferðin er til tíðir høg, ja stutt er frá hugsan til veruleika.
Til tíðir kundi eg ynskt mær at haft eina glasskúlu og sæð hvat lág fyri framman, men tá hevði nokk spenningurin og tað ókenda veri burtur, um ein kendi framtíðina
Við hesum fáu orðum, vil eg vegna Fuglafjarðar kommunu, ynskja Fagraberg, skipara, manning og Framherja, góða eydnu og Guds signing, við bøn um, at tykkum skal gangast væl og at fiski eydnan framhaldandi fylgir tykkum.
Takk fyri.
