Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá sjúka rakar – er vælferðarsamfelagið har?

SKRIVAÐ: Marius Nystrøm  |  31.03.2026 - 06:42 Lesarabrøv Politikkur

Eg vil heita á politikarar í Løgtinginum at taka hetta í álvara og skapa meira støðugar og langtíðarhaldarar loysnir.

 

Vit hoyra ofta tosað um Føroyar sum eitt vælferðasamfelag. Nógv orka verður sett í at menna landið við stórum verkætlanum og infrastruktur – og tað er týdningarmikið.

Men samstundis mugu vit ikki gloyma tey menniskju, sum hvønn dag liva við álvarsomum og kroniskum sjúkum.

Í Føroyum eru nógv, sum eru bundin at sjúkrahúsverkinum restina av lívinum. Tey eru eisini ein virkin partur av samfelagnum – foreldur, makar og familjufólk við ábyrgd og skyldum, sum krevja eina støðuga og trygga fíggjarliga grund.

Veruleikin er, at sjúkan ofta er óútroknilig. Sjálvt við góðari viðgerð kunnu koma tíðarskeið, har arbeiðsevnan minkar, og tað kann raka eitt heilt húski fíggjarliga.

Í dag eru sjúkradagapengar frá Almannaverkinum ofta einasti stuðul. Men fyri nógv er hetta ikki nóg mikið til at tryggja eitt vanligt familjulív.

Tí er spurningurin einfaldur: Eru okkara stuðulsskipanir góðar nokk til veruleikan hjá teimum, sum liva við álvarsomum sjúkum?

Vit hava longu sæð, at politiskur vilji er til at tryggja familjur fíggjarliga. Til dømis hevur verið tosað um at hækka hámarkið í barsilsskipanini upp í 40.000 ella 60.000 krónur – fyri at geva familjum tryggleika í einum viðkvæmum tíðarskeiði.

Men hví er sama hugsan ikki galdandi, tá álvarslig sjúka rakar?

Fyri nógv er tað minst líka álvarsamt – og ofta í nógv longri tíð.

Tí eigur at verða hugt at at hækka hámarkið fyri sjúkradagapengar og tryggja skipanir, sum í størri mun samsvara við veruliga inntøkumissin hjá vanligum familjum.

Eg vil heita á politikarar í Løgtinginum at taka hetta í álvara og skapa meira støðugar og langtíðarhaldarar loysnir.

Endamálið eigur at vera greitt: At familjur ikki skulu liva í ótryggleika, tí sjúka rakar.

Tað snýr seg um virðing fyri teimum, sum bera tungar byrðar.

 

Marius Nystrøm

Lýsing
Seinastu tíðindini
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av