Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom til verka saman við altjóða sjálvbodnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  31.03.2026 - 22:35 Tíðindaskriv

Aftur í ár fara sjálvboðin til verka kring landið í samband við átakið ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið verður 30. apríl til 2. Mai.

 

 

 

Átakið var fyrstu ferð í 2019 og hetta er sostatt áttandu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla uppgávu.

Altjóða hevur átakið vakt miklan ans og hvørt ár eru túsund tals fólk sum vilja til Føroyar at vera partur av átakinum. Í ár søktu 5315 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur og er vaksin støðugt hvørt ár. Í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.

 

Arbeiði fer sum undanfarin ár at snúgva seg um at gera nýggjar hagagøtur, umvæla farleiðir, gera útsýnisstøð, seta vegvísarar upp o.a., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi. Til dømis verður væl umtókta útsýnisstaðið við Trøllkonufingur í Sandavági gjørt, ein nýggj farleið í Nólsoy, norðanfyri bygdina verður gjørd og í Dali verður ein gonguleið gjørd frá landsvegnum oman í bygdina gjøgnum gomlu neytageilina. Tær 10 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 17. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…