Góðu limir, foreldur og hjálparfólk
Vit vilja hervið takka øllum so hjartaliga fyri enn eitt fimleikaár, sum farið er afturum. Í felagnum eru vit sera errin av okkara íðkarum og venjarum, sum aftur í ár hava víst áræði, samstarvsvilja og ein arbeiðshug, sum sæst aftur í øllum felagnum. Tað er gleðiligt at síggja, hvussu nógv lív og gleði birtist, tá fimleikarar, venjarar og onnur í felagnum øll arbeiða við sama endamáli í huga: at menna fimleikarar í einum savnandi og gevandi felagsskapi.
Hetta kappingarári luttók Klaksvíkar Fimleikafelag aftur í Fimleikafagnaðinum, sum var í Norðurlandahúsinum. Har sóu vit fleiri dømi um, hvussu okkara venjarar hava tikið nýggjar avbjóðingar á seg. Nógvir tímir eru farnir við at leggja til rættis venjingar og at skapa eitt umhvørvi, har øll kunnu trívast – bæði nýggir og meira royndir fimleikarar. Vit fegnast eisini um, at bæði venjingar og framsýningar gingu væl. Tað eru hesi lyft, ið saman gera, at vit sum felag framhaldandi flyta okkum rætta vegin.
Seinastu vikurnar hava vit sæð, hvussu venjarar og fimleikarar hava lagt stóra orku í at fyrireika ársins framsýning, sum hvørt ár savna bæði ung og gomul. Hetta eru tímar, sum henda aftan fyri tjaldið; nógvar eykavenjingar, góð hugskot og ein savnandi drívmegi, sum er so ómetaliga virðismikil fyri eitt felag sum okkara. Og nú, tá árið er komi at enda fegnast vit um at síggja, hvussu venjarar og íðkarar saman skapa góð úrslit.
Ein serlig tøkk fer til okkara íðkarar, sum hava lagt so nógva orku í venjingar gjøgnum alt árið. Vit gleðast um at síggja, hvussu bæði børn, ung og eldri mennast kropsliga og sosialt, tá vit stuðla hvør øðrum - bæði, tá alt gongur væl og eisini, tá avbjóðingar eru fyri framman.
Ein stór tøkk fer eisini til foreldur og hjálparfólk. Uttan tykkara trúføstu hjálp hevði virksemið hjá okkum ikki verið møguligt. Tað eru tit, sum tryggja, at vit kunnu taka lut í kappingum, skipa fyri framsýningum og saman skapa eitt felag, sum verður sterkari og betri fyri hvørt ár, sum gongur. Takk fyri, at tit møta upp, hjálpa til, koyra, troysta, stuðla og fegnast saman við okkum. Hetta hevur ovurstóran týdning fyri okkum, sum varða av felagnum.
Ein serlig tøkk til okkara stuðlar, sum gera tað møguligt hjá okkum at arbeiða miðvíst alt árið. Uttan tykkum høvdu vit ikki somu møguleikar at menna felagið og harvið bjóða okkara íðkarum tað besta.
Tá vit nú nærkast endanum á hesum fimleikaárinum gleða vit okkum til at menna felagið enn meira. Fleiri góð hugskot eru á breddanum - bæði viðvíkjandi venjingum, kappingum og framsýningum - og fegnast vit um, at vit kunnu byggja víðari á alt tað góða arbeiðið, sum longu er lagt í felagið.
Felagið ynskir at takka Jógvan Páll á Reyðhúsi og Dan Nysted fyri tað sera flotta heiðursportrið av okkara búðmerkið, sum teir hava gjørt.
Takk fyri, at tit øll eru ein týdningarmikil partur av Klaksvíkar Fimleikafelag. Vit gleða okkum til at síggja tykkum aftur komandi ár.
Við fimleikakvøðu,
Klaksvíkar Fimleikafelag