Lýsing
Lýsing
Lýsing

Várljóð - ein røð av konsertum her norðuri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.04.2026 - 17:46 Mentan Tíðindi

Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur. Frá ókeypis konsertum til konsertir við ábit, og til heiðurskonsert

 

Skráin sær soleiðis út:

  • Anna Lovisa Mýri Í Mikladals kirkju mánadagin 6. apríl kl. 15.30
  • Klaksvíkar Hornorkestur í Viðareiðis kirkju týsdagin 7. apríl kl. 20.00
  • Rani Nolsøe í Árnafjarðar kirkju mikudagin 8. apríl kl. 19.00
  • Klaksvíkar Manskór í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 19.30
  • Klaksvíkar Manskór í Niðristovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 20.00
  • Jógvan Andrias Joensen Í Kunoyar kirkju hósdagin 9. apríl kl 20.00
  • Eyðun Nolsøe í Biskupsstøðgarðinum fríggjadagin 10. apríl kl. 20.00 – bókað borð frá kl 19.00 á bsg.fo
  • Hans Hjalte Skaale stovukonsert Undir Rókini 10 í Hvannasundi fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20.00
  • Heiðurskonsert fyri Tey á Kamarinum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl kl 19.00 og kl 21.30

Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á ellisheimum, á matstovum, ja í hølum kring Norðoyggjar.

Vikan endar við tveimum heiðurskonsertum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…