Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkavøksturin steðgaði av læknastríðnum

SKRIVAÐ: Jústinus Leivsson Eidesgaard  |  01.04.2026 - 13:00 Mentan Tíðindi

Og fólkavøksturin í Klaksvík hevur ikki bragdað aftur hóast fólkatalið er vaksið seinastu 60 árini, men ikki í sama mun sum í hinum metropolunum. Við verandi fólkavøkstri kring landið áttu 8-10.000 fólk at búð í Klaksvík, men vit eru ikki fleiri enn 5000 fólk, sigur Jógvan við Keldu, sum í 16 ár leiddi Klaksvík sum borgarstjóri og sum samanlagt hevur sitið 24 ár í býráðnum

 

Grein úr blað nr. 3

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

 

-Læknastríðið hevur havt nógv størri negativar avleiðingar enn vit hava gjørt  okkum far um fyri menningina av býnum. Vit síggja avleiðingarnar enn og kanska tora vit ikki rættuliga at hugsa, um hvørt bakkast hetta stríð hevur havt fyri býin, sigur Jógvan við Keldu í innleiðandi prátinum

Restir av morgunmati og kenslan av fólki, sum júst eru farin út um hurðina er tað fyrsta eg møti, tá ið eg hitti Jógvan við Keldu, í heimi hansara á Garðarvegi 40 á sólsíðuni í Klaksvík. Hetta er eitt slag av eini hofadressum í Klaksvík, við kontórinum hjá Kjølbro, longur norðuri, prýðiligu húsini hja Kaj Johannesen omanfyri vegin og longur heimi slottið hjá Evald Kjølbro, sum var sonur gamla Kjølbro og var reiðari og stjórnaði stóra virkinum saman við pápanum. Síðani norðanfyri var  reiðarin og skiparin Richard Jacobsen og grannin Trúgvi Laksáfoss.  Tú kann merkja ein stemmning í einum rúmi langt eftir, at fólk eru farin úr tí. Tað situr í luftini, at fólk hava havt tað gott saman.

Leygarmorgun við jøvnum millumbilum hittast Betty og Jógvan við Keldu við børnunum og barnabørnunum í heimi teirra. Familjan og hennara trivnaður hevur alt at siga hjá teimum. Tey eiga trý børn og Jógvan er næstelstur í familjuni, hann er í dag 82 ára gamal. Betty, sum er tvey ár eldri enn Jógvan,  er ættað av Toftum og tey hava kenst stívliga  seinastu 60 árini.

 

Fólkavøksturin sum hvarv

-Uttan at fara inn í smálutirnar við læknastríðnum, hevði hetta stríð ógvusligar avleiðingar fyri menningina av Klaksvík. Fólkatalið í Klaksvík øktist úr 1.500 borgarum upp í 3,000 frá 1940 til 1955,  Tá so gott sum steðgaði fólkavøkstrinum, hóast vit nú 70 ár seinni eru bert 2000 fleiri enn tá læknastríðið gekk fyri seg í árunum 1950-1955. Vit skuldu havt verið nógv fleiri. Fólkavøksturin átti at verið størri, um vit samanbera okkum við onnur vaksandi støð í landinum, sigur Jógvan við Keldu.

-Eitt lokalsamfelag sum Klaksvík livir av fyritøkunum, sum hava heimstað her og av teimum avleiddu vinnunum, tað er sára einfalt. Stóra fyritøkan í Klaksvík, Kjølbro, flutti fittan part av virkseminum á Skála undir og eftir læknastríðið og tí fekk Klaksvíkin ikki ágóðan av virkseminum á hesum støðum. Og virksemið á Skála drenaði Kjølbro fyri pengar og kanska hevði tað verið ørvísi, um tað var her hjá okkum. Hjá Klaksvík snýr tað seg um, at halda virksemi innan býarkarmarnar, sigur hann.

 

Visiónirnar gerast veruleiki

Tað eru fá fólk í landinum, sum hava størri royndir í at stýra eini kommunu enn júst Jógvan við Keldu. Hann hevur staðið á odda fyri kommununi í heili sekstan ár og hevur sitið í býráðnum í meira enn 24 ár.

-Eg varð valdur fyrstu ferð í kommununa í 1970 og síðan hava míni áhugamál snúð seg um lokalpolitikk, hóast eg eisini havi roynt meg í landspolitikki, sigur Jógvan við Keldu.

Sum lokalpolitikkari skapti Jógvan við Keldu yvirskriftir við víttskygdum framtíðarvisiónum. Hesar visiónir eru tær flestu veruleiki í dag. Hann vildi skapa ein miðbý við lívligum handilslívi, og miðbýurin er her í dag. Hann vildi lutvíst  inniloka handilslívið í regnplágaðu Klaksvíkini og handilslívið er undir taki í dag.

-Nú taka vit eitt hotel í nýtslu og her er aftur talan um avleitt virksemi hjá tí eina reiðarínum, tað hjá Kristjan Martin. Tað eru teir í Grótinum, sum byggja hetta hotellið, sigur hann.  

Jógvan við Keldu var eisini ein tann týðuligasta røddin fyri føstum sambandið við meginlandið. Í fyrstuni stóð hann rættuliga einsamallur við hugskotinum, tí onnur sóu ikki aðrar møguleikar enn ferjuna millum Leirvík og Stengurnar í Klaksvík. Men so dragnaði og fólksliga undirtøkan gjørdist størri og enntá so stór, at tað politiskt loysti seg at taka undir við ætlanini og okkara fyrsti undirsjóvartunnil gjørdist veruleiki. Í dag er tunnilsgjaldið somikið bíligt, at tað ber væl til at fara til Klaksvíkar til handils úr Eysturoynni.

                     

Jógvan við Keldu er vælnøgdur við sitandi býráð

-Eg eri imponeraður av, hvussu væl miðbýurin tekur seg út. Her hevur sitandi býráð havt góðar visiónir, sum eru vorðnar til veruleika. Her er talan um flott arbeiði, og íløgur er meira lokkandi enn ein tyngjandi rakstur. Nú eri eg í eldra ættarliðnum, og eg havi samband við ungar politikkarar og haldi meg vera kritiskan. Eg eri ikki líka glaður við, hvat fyrigongur í kommununi, sigur hann.

-Og eg haldi, at kringvarpið ger alt ov lítið burtur úr í Klaksvík. Kringvarpið forsømir seg í Klaksvík. Høvdu vit ikki heimasíðuna á okkara lokala miðli Norðlýsinum, stóð illa til, sigur hann.

-Kringvarpið ger snøgt sagt ov lítið burturúr  og er ein reklama fyri høvuðsstaðin og hevur altíð verið tað. Og tá íð Klaksvíkar kommuna ikki vil játta 250.000 krónur um árið í trý ára royndartíð til eitt lokalradio fyri at røkka longur út,  tá er lítil vón, sigur hann.  

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna