Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikki mín sál”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.04.2026 - 19:31 Mentan Tíðindi

“Mín Sál er í Góðum Hondum” er heitið á nýggjum sangi, sum Lena Anderssen hevur skrivað saman við Niclas Johannesen. Hetta er somuleiðis triðja lagið av komandi heildarútgávuni “Við Hetta Borðið”, sum eisini er fyrsta føroyskt mælta útgávan hjá songkvinnuni. Sjálv heildarútgávan kemur út seinni í ár.

 

 

Um upphavið til sangin “Mín Sál Er Í Góðum Hondum”, sigur Lena:

“Eg havi altíð havt trupult við at góðtaka hugtakið ‘sálarsjúka’, og nú, tá eg fór í holt við mína fyrstu føroyskt mæltu útgávu, kom hetta niðurlagið til mín á veg heim ein dag í bilinum. Tankin er, at tað kann væl vera, at mær tørvar resept, læknatjekk ella diagnosu, tí eg stríðist psykist. Men míni sál er onki galið við. Í mínum hugi eru psyka og sál ikki tað sama, og tað er tað, eg royni at vísa á við hesum lagnum. Á enskum verður sagt “mental health” og “mental illness” og ikki “soul health“ ella “soul illness”. Eg haldi sjálv, at hetta er ein sera grundleggjandi munur. Orð hava týdning og eg haldi, “sálarsjúka” átti ikki at verið brúkt sum hugtak at lýsa menniskju, ið stríðast psykist.”

 

Umframt Lenu og Niclas – sum hevur framleitt “Mín Sál Er í Góðum Hondum” – so eru brøðurnir Hans og Óli Poulsen eisini partur av lagnum. Hans Poulsen spælir orgul, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað.

https://open.spotify.com/embed/track/5cEyz2JCGHnToYVFcUB2Xz?utm_source=generator

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum