Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dupultkonsert við Guðrið Hansdóttir & SWAY í Etasjuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.04.2026 - 19:36 Mentan Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið tann 10. apríl kl 22.00 verður eina sera forkunnug dupultkonsert í Etasjuni í Fuglafirði, har plátuaktuella, Guðrið Hansdóttir fer at framføra egin løg og síðani fara SWAY upp á pallin seinni á kvøldinum.

 

 

Etasjan

Etasjan er eitt skeinkistað í Fuglafirði, sum varð heildarumvælt og lat upp í nýggjum hami í mai mánaði í 2025. Etasjan er opin hvørt leygar- og sunnukvøld, har skráin bjóðar uppá ymiskt, alt frá quiz til livandi tónleik til kappingar innan sjavs, poker, pool og so eru konsertir á skránni inn ímillum eisini. Støkk-upp tiltøk eru eisini aðrar dagar, tá okkurt serligt er á skránni, so sum hendan serstaka fríggjakvøldskonsertin við Guðrið og SWAY.

 

Guðrið Hansdóttir

Guðrið er í løtuni plátuaktuell við spildurnýggju útgávuni, Sýrublað. Hetta er hennara sjeynda útgáva og hendan útgávan ferðast sera víða í sjangrum. Í sendingini Studio 5 í KVF Ljóð segði Rúni Jákupsson millum annað, í besta Una Leitisstein stílið, at tað var “Spikahamrandi feitt”. Sýrublað kemur út sama dag sum konsertin verður í Etasjuni, so tað verður sera, sera spennandi at uppliva ein so aktuellan tónleikara á palli í Fuglafirði.

 

SWAY

SWAY er samansett av teimum trimum songkvinnunum, Daniu O. Tausen, Marionnu W. Nagata og Katrinu Olsen. Tær hava nakað heilt serligt yvir sær og megna at bergtaka fjøldina hvørja tí einastu ferð tær framføra, tí tær hava hvør sína serstøku rødd og saman blívur tað til nakað heilt serstakt. Eisini eru framførslurnar hjá teimum undirhaldandi, so tað er torført at keða seg, tá tær standa á palli saman.

 

Tú kanst ogna tær atgongumerki á bert 200,- á atgongumerki.fo (early bird á 150,-) og tað er sera avmarkað nøgd av atgongumerkjum.

 

Konsertin er stuðlað av Økistónum.     

 

Etasjan

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum