Lýsing
Lýsing
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Vælkomin til ókeypis forvitnisliga konsert í Messuni í Sørvági Leygarkvøldið 11. apríl kl. 19.00.
Tað er manskórið Garpar, sum hevur bjóðað Klaksvíkar Manskóri á vitjan og koma bæði kórini at framføra hetta kvøldið.
Talan er bæði um vakran kórsang og lættari sangir. Síðsta ár bjóðaði Klaksvíkar Manskór Gørpum til Klaksvíkar og fyri fullum sali í Varpinum, framførdu hesi kór fyri norðoyingum.
Nú er løtan komin at hava eina konsert í Sørvági.
Fyrireikarnir vóna at vágafólk taka væl undir við hesum tiltalki, sum verður í nýggju og stásiligu Messuni í Sørvági.
Øll eru hjartaliga vælkomin og er tiltakið sum sagt ókeypis
Seinastu tíðindini