Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bretska sendikvinnan vitjaði bretsku krígsgravirnar í Klaksvík

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  18.06.2025 - 15:44 Mentan Tíðindi

Tá ið jólaskipið “Sauternes” sakk til botns í Fugloyarfirði 7. desember 1941, sjólótust allir 19 av manningini, og bert 6 vórðu funnir aftur – hesir eru allir grivnir í kirkjugarðinum við Skúlan á Ziskatrøð í Klaksvík.

 

Týsdagin 17. juni 2025 var bretska sendikvinnan í Danmark, Joëlle Jenny, á vitjan hjá Klaksvíkar Kommunu, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, tók ímóti saman við John Færø, virkandi kommunustjóra, og Annu Mariu Joensen, stjórnarfyrisitara.

Commonwealth War Graves Commission (CWGC) hevur til endamáls at tryggja, at 1,7 mió. menniskju, sum doyðu í teimum báðum heimsbardøgunum, aldri verða gloymd. Á teirra heimasíðu verður upplýst, at tey minnast krígsofrini við eitt nú at byggja og viðlíkahalda kirkjugarðar og minnismerki og at varðveita skrásetingarnar av hesum. Umboð verða send til kirkjugarðar og minnismerki á 23.000 ymiskum plássum í 153 londum.

Víðari upplýsir CWGC, at teirra virði og málsetningar, sum vórðu ásettir í 1917, eru líka so viðkomandi nú, sum teir vóru fyri meir enn 100 árum síðan.

Ein partur av virkseminum hjá CWGC er tær 6 gravirnar í kirkjugarðinum á Ziskatrøð, har teir 6 av manningini umborð á jólaskipinum ”Sauternes”, sum vórðu afturfunnir, liggja grivnir – hesir eru: *George Albert Perris, 34 ár, *Richard Smith,uml. 35 ár, *John Daniel McNicol, 21 ár, *Robert Ross, uml. 25 ár, *Peter McKenzie Cormack, 21 ár, og *ókendur maður, uml. 35 ár.

Týsdagin kom bretska sendikvinnan til Klaksvíkar, har hon fyrst vitjaði í kirkjugarðinum. Ein lítil minnisløta varð hildin fyri teimum sjólátnu, har nøkur orð vórðu borin fram, og síðan løgdu sendikvinnan og mentanarnevndarforkvinnan blómutyssi við gravirnar. Umframt hetta varð tøgn hildin í ein minutt.

Eftir løtuna í kirkjugarðinum varð farið í Varpið, har Signhild V. Johannesen beyð ein bita.

Í Føroyum eru kirkjugarðar við falnum bretskum hermonnum í Miðvági, har 14 eru grivnir, í Tórshavn, har 37 eru grivnir, í Klaksvík, har 6 eru grivnir og í Vági, har 1 er grivin. Gravirnar verða javnan vitjaðar av almennum umboðum úr Bretlandi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kaj Leo vil hava treff fyri koyristólsbr…
Minningarorð um pápa okkara Jógvan F. Tr…
Ein finala í frælsum ítrótti longu sunnu…
70 føroysk ítróttar­fólk á Orkney
Myndarøð: Við KRF, NHR og ÁRF á fjarðast…
Klaksvík­ingur vann við góðum miðróðri
Evropa tapir – og vit mugu vakna: Ein áv…
Sjóvinnu- og Mentunar­húsið í Sørvági hev…
Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…